6 føroyskir íðkarar til OL fyri ung
Í døgunum 21.-27. juli verður europeiska OL fyri ung í Baku, Aserbadjan. Á fyrsta sinni luttaka íðkarar úr Føroyum. Føroysku íðkararnir luttaka í tveimum ítróttagreinum – svimjing og judo.
Talan er um stórt frambrot fyri føroyskan ítrótt, og gevur luttøkan føroyskum íðkarum enn ein møguleika, at kappast á altjóða leikvøllum.
Íðkararnir eru teir fyrstu føroysku íðkararnir, sum luttaka til eina kapping í OL høpi undir føroyskum flaggi. Sostatt eru luttakandi íðkararnir við til, at skriva ein tíðandi part í føroyskari ítróttasøgu.
”Føroyska luttøkan í europiska OL fyri ung er eitt av úrslitinum í strembanini hjá ÍSF, at at fáa limaskap í altjóða olympisku nevndini – IOC”, sigur varaforsetin í ÍSF, Jon Hestoy.
Judo:
Bjarni Kyrri Ólavson, Havnar Judofelag
Svimjing:
Elisabeth Erlendsdóttir, Havnar Svimjifelag
Kristina í Skála, Havnar Svimjifelag
Rebekka Trygvadóttir, Ægir
Ronja Ró í Dímun, Havnar Svimjifelag
Bartal Erlingsson Eidesgaard, Havnar Svimjifelag
Ferðleiðari á túrinum verður Finnbjørg Nattestad. Venjarar eru Petur Sigurð Johannesen, Judo og Panagiotis Christou, Svimjing,
Fakta um OL fyri ung í Baku
Møguligt er at fáa meiri kunning um leikirnar á: https://eyofbaku2019.com/