Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lægri lønarskatt og kappingarføra skattaskipan

 

Fyri at fáa fólk og vinnu at arbeiða og gera íløgur í Føroyum, er neyðugt at gera føroysku skattaskipanina meira kappingarføra við at lækka vanliga lønarskattin og strika frádráttir og serskipanir, sum eggjar føroyskari arbeiðsmegi at leita aðrastaðni at arbeiða

Føroyskir arbeiðsgevarar skulu ikki bert kappast við útlendskar arbeiðsgevarar um at gjalda eina kappingarføra løn, teir skulu eisini kappast við lægri lønarskatt í granna­londu­num.

 

Ikki nokk við tað, so fær føroysk abeiðsmegi harumframt fíggjarligan stuðul úr lands­kassa­­num at fara uttanlands at arbeiða fyri útlendskar arbeiðsgevarar.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag dugir ikki at finna nakra grundgeving fyri, at útlendskir arbeiðs­gevarar fáa óbeinleiðis fíggjarligan stuðul úr landskassanum at seta føroyska arbeiðs­megi, serliga í hesum tíðum, nú tørvurin á arbeiðsmegi er ovurhonds stórur í Føroyum.

 

Føroyska skattaskipanin virkar sostatt kappingaravlagandi mótvegis føroyskum arbeiðs­gevarum, og føroyska skattaskipanin eigur at verða grundleggjandi broytt yvir eitt longri áramál, soleiðis at fólk og vinna velja at arbeiða og gera íløgur í Føroyum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til at lækka vanliga lønarskattin og at breiðka skatta­grundar­lagið við at strika ymsar frádráttir, stuðlar og serskipanir, sum eggjar føroyskari arbeiðsmegi at fara uttanlands at arbeiða.

 

Tað skal undirstrikast, at tilmælið at strika frádráttir og serskipanir er liður í einari langtíðarætlan at lækka vanliga lønarskattin í Føroyum, men hetta er neyvan nóg mikið til at fíggja nakran skattalætta, sum veruliga munar nakað hjá vanliga lønmóttakaranum.

 

Ein veruligur og munagóður skattalætti hjá vanliga løntakaranum má tí fremjast yvir eitt longri áramál, har vanligi lønarskatturin stigvíst verður lækkaður, samstundis sum frádráttir og serskipanir verða strikaðar og ymisk borgara- og tænastugjøld koma inn í myndina.

 

Hetta má gerast í tøttum samstarvi og verða væl samskipa millum land og kommunur, annars kemst ikki á mál við einari slíkari nýskipan av føroysku skattaskipanini.

 

Víst verður annars til búskaparfrágreiðingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.