Erla Olsen sett sum dekanur á Námsvísindadeildini
03. Mar 2018
Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya boðaði hósdagin frá, at tikið verður undir við tilmælinum frá setanarnevndini um, at Erla Olsen, lektari, verður sett í starv sum dekanur á Námsvísindadeildini. Eftir ætlan byrjar hon í nýggja starvinum um mánaðarskiftið mars/apríl.