Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

36 heilsustarvsfólk prógv í palliatión

Dan Klein --- 03.03.2018 - 09:55

Herfyri fingu 36 heilsustarvsfólk prógv í palliatión, - tað er linnandi røkt og viðgerð til álvarsliga sjúk. Skeiðið hevur verið í tveimum eindum (modulum) og er fyriskipað í samstarvi millum Heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Umframt luttakarar frá áður nevndu økjum, vóru luttakarar frá fýra øðrum eldrasamstørvum.

Palliatión merkir at linna. Fyri at taka saman um, so merkir orðið pallium teppi, kappi ella kápa. Palliatión snýr seg um at linna líðing og trupulleikar, sum standast av at fáa og liva við lívshóttandi sjúku.  Tann palliativa røktin og viðgerðin verður veitt heima, á røktarheimi og á sjúkahúsi.

Á skeiðnum hava heilsustarvsfólkini fingið undirvísing í palliativari sjúkrarøkt, og hvussu mann kann linna sjúkueyðkenni. Tey hava fingið undirvísing í pínu og pínuviðgerð og linnandi fysioterapi. Tey hava hoyrt um tilboð til fólk og familjur í Føroyum, sum uppliva lívshóttandi sjúku og miss.

Evnið palliatión er viðkomandi fyri okkum øll, og ikki minst fyri tey, sum arbeiða í primeru heilsutænastuni. Tó er evnið viðkvæmt, tí hvat ger tað við starvsfólk at hava umsorgan fyri fólki við lívshættisligari sjúku og teirra avvarðandi?  Hvat ger tað við tey at koma í samband við teirra egna deyða?

Jónvør Christiansen frá Heilsu- og Umsorganartænastuni, segði í røðu á Hotel Føroyum í gjár, at Woody Allan, filmsleikstjóri, segði:  “Eg eri ikki bangin fyri at doyggja, men eg vil helst ikki vera til steðar, tá tað hendir.” Og sambært donskum tølum doyggja 94 % av sjúku ella elli og eru til staðar, tá deyðin nærkast.

- Deyðin er nakað, vit helst vilja vera fyriuttan. Vit vóru av fyrstan tíð skapt til at liva. Tað hevur sínar nátúrligu orsøkir, at vit ikki vilja doyggja, segði Jónvør Christiansen.

- Vit hava á skeiðnum hoyrt um granskingina hjá John Swinton, skotska teologinum og professaranum, sum hevur granskað í andaligari umsorgan. Hann hevur gjørt eina kvalitativa gransking millum kvinnur við mammacancer, sum vísti, at heilsustarvsfólk á sjúkrahúsi fyrst og fremst høvdu sjóneykuna á viðgerð av sjúkuni, meðan kvinnurnar baksaðust við eksistentiellar spurningar so sum samleika, miss og meining. Hanus á Gørðum legði dent á, at vit bara mintust eitt av øllum, hann segði, og tað var at nýta spegling í andaligari umsorgan: eg síggi og eg hoyri teg (og ikki siga eg skilji). Og gestablídni, at geva gestinum rúm.

- Rólant í Skorini umrøddi meining og meistring og vísti okkum á ástøði hjá Victor Frankl um, hvat ein persónur er lýstur sum likam (soma), sál (psyka) og andi (nous). Hann vísti á týdningin av persónsvirði og -tign og at síggja tann palliativa sjúklingin sum ein ”persón”. Og við ástøði hjá Martin Buber: at liva er at liva í samskifti við onnur. Um relationelt virði og Guds virði.

- Kristianna Hammer vísti okkum á samansetta hugtakið vón við støði í hennara gransking millum kvinnur við undirlívskrabba. Við ástøði hjá Gabriel Marcel, sum segði:

- Vón er fyri sálina tað, sum andadráttruin er fyri livandi veruna. Har vónin vantar, turkast sálin upp og fánar burtur. (Gabriel Marcel 1951).

- Hon vísti á, at vónin eisini er treytað av øðrum menniskjum, og tí er týdningamikið, at heilsustarvsfólk eru tilvitað um, at tey hava ein leiklut, tá tað kemur til at birta vón. Við egnum royndum og ástøði hjá Max van Manen vísti hon á avbjóðingina at kommunikera vón við okkara sjúklingar, tá okkara mál ofta er vent ímóti úrslitum og umstøðurnar hjá vónini eru treytaðar av møguleikum. Ein av hennara niðurstøðum vóru, at sjúkrarøktarfrøðingar hava ein umráðandi leiklut at hjálpa sjúklinginum at varðveita vónina í sjúku og líðing.

- Inge Kaldahl vísti okkum á fjølbroyttar royndir frá sínum arbeiði við fólki, sum hava sorg, vóru álvarsliga sjúk og avvarðandi, sum høvdu mist. Áhugaverd tilgongd, har hon uppfatar seg sum ein fylgisvein, eitt medmenniskja, at tann líðandi ikki er klientur, men tað sama kundi verið hon sum sat í hansara stóli. Hon vísti á tvístøðuna við sorgdiagnosum, og hvat tað kann gera við persónin. Umframt fingu vit møguleika til at vera við til supervisjón live, sum ein sum heilsustarvsfólk og medmenniskja so væl kundi relatera til, so avbera læruríkt.

- Súsanna Olsen umrøddi organisatoriskar avbjóðingar og vísti á avbjóðingar við tvørfakligum samstarvi og samskipan av sjúklingagongdum og hugskot til, hvat kann gerast.

- Elsa Johannesen vísti á gransking, har fólk vórðu spurd, hvar tey ynsktu at doyggja, hvør skuldi vera hjá og hvørji atlit tey eldu ynsktu at taka í mun til avvarðandi. Hóast fleiri ynskja at doyggja heima vísa føroysk tøl, at av 80+ ára gomlum doyggja 8-13% heima. Síðan umrøddi hon einkju- og einkjumannastøðu hjá eldri í Føroyum. Mett verður, at einkjustøða er mett at vera ein tann stórsta líðingin og lívsskifti, sum eldri uppliva. Hetta er áhugavert, tí tað ofta á skeiðunum hevur verið ført fram, at sorgin hjá eldri ofta verður devaluerað. Í síni serritgerð fer Elsa at kanna, hvussu eldri meistra transitiónina frá at vera maki til at gerast einkja/einkjumaður í Føroyum.

- Og síðst men ikki minst hava tit lagt orku í at seta tykkum inn í ymisk evni innan palliatión, og vit hava fingið møguleika at lýða á tykkara áhugaverdu framløgur. Takk fyri tykkara innsats og eldhuga. Takk fyri dagarnar saman. Hjartaliga tillukku og bestu eydnu, tá tit skulu út at seta tykkara nýggju vitan/fatan í spæl saman við royndunum, sum tit hava frammanundan, segði Jónvør Christiansen at enda í røðu síni fyri heilsustarvsfólkunum, sum fingu prógv og blómur.