Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kjakfundur um pensjónsnýskipanina

Dan Klein --- 28.02.2018 - 07:08

KJAK: Leygardagin kl. 17.00 hevur Starvsmannafelagið almennan kjakfund um uppskotið hjá samgonguni til pensjónsnýskipan. Kjakið verður í Smæruni í J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn og øll eru vælkomin
 
Løgtingið situr í hesum døgum og skal taka støðu til ein tann størsta politiska reformin í nýggjari tíð. Tað er, hvussu pensjónsnýskipanin skal vera í framtíðini. Eitt mál, sum hevur og fer at hava stóran týdning fyri hvønn einasta føroying.
 
Eftir aðalfundin hjá Starvsmannafelagnum leygardagin letur felagið hurðarnar upp til Smæruna, har spennandi almennur kjakfundur verður um pensjósnýskipanina.
 
Kjakið byrjar við eini stuttari framløgu, har Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur á lættan hátt fer at greiða frá pensjónsnýskipanini. Hvørjar eru høvuðsbroytingarnar í uppskotinum og hvussu fara tær at ávirka okkum?
 
Aftaná verður kjak, sum Óluva Zachariassen, journalistur, fer at stýra.
 
Við pallborðið sita Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, Bárður Nielsen, løgtingsmaður, Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum og Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur.
 
Høvið verður hjá áhoyrarunum at gera viðmerkingar og seta luttakarunum við pallborðið spurningar.
 
Møtið fjølment til ein spennandi kjakfund um eitt týdningarmikið aktuelt samfelagsmál!
 
Starvsmannafelagið