Silda- og svartkjaftakanningar lidnar
20. Mai 2019
Týsdagin, 14 mai, kom Magnus Heinason aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningum norðanfyri. Heldur meira var skrásett av norðhavssild í ár enn í fjør. Hinvegin tykist, at nakað minni av svartkjafti var at síggja. Tó skal viðmerkjast, at kanningarøkið broytist frá ári til árs, so úrslitini kunnu ikki beinleiðis sammetast millum ár.