Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kom og gakk eitt hálvmaraton!

Um 20 dagar renna vit Atlantic Airways Tórshavn Marathon. Vit renna marathon, 1/2 marathon, 10 ella 5km, ella vit ganga 1/2 marathon. Tað er ikki ov seint at melda til.

Kom og gakk eitt hálvmaraton!
 
Um 20 dagar renna vit Atlantic Airways Tórshavn Marathon. Vit renna marathon, 1/2 marathon, 10 ella 5km, ella vit ganga 1/2 marathon. Tað er ikki ov seint at melda til. https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/704487/order/info
 
Atlantic Airways Tórshavn Marathon er eitt rennitiltak fyri alla familjuna, har tú bæði kanst ganga, renna stutt, longri ella langt. Í sambandi við at Merkið verður 100 ár, letur Tórshavnar Kommuna øllum luttakarum eina lekkra ókeypis renniblusu. Borgarstjórin og rennarin Annika Olsen bjóðar vælkomin til Havnar til Føroya einasta marathon. Vit síggjast ‪2. juni!
 
Atlantic Airways Tórshavn Marathon hevur alt! Tú kann renna ella ganga í livandi høvuðsstaðnum, fram við sjónum, niðan brekkur, sum krevja nógv av tær, oman brekkur, so tú fært eina kenslu av at flúgva. Renn og gakk í hugnaliga bygdalagnum, og verð eitt við friðsæla, bergtakandi náttúru. Á málinum standa fryntlig fólk og taka í móti tær, bjóða tær ein svalandi drykk ella okkurt at eta. Hvussu kanst tú lata henda møguleika fara? Kom og renn ella gakk við okkum. Hetta er ein uppliving fyri lívið. Melda til her https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/704487/order/info