Kirkjubrekka og Tvørgøta bestu asfaltavrik
28. Jan 2020
ASFALTDAGUR: Undir Asfaltdegnum 2020 fríggjadagin vóru tvey asfaltarbeiðir heiðraði. Annað er tað, sum gjørt er á Kirkjbrekku í Klaksvík, og hitt í Tvørgøtu í Havn. Tað vóru HJ Asfalt í Klaksvík og Asfaltliðið hjá Tórshavnar kommunu, sum ávikavist vunnu kappingina um Ársins asfaltavrik og Herðaklappið 2020. Eisini vóru fleiri áhugaverdar framløgur hildnar undir Asfaltdegnum, sum fór fram á Hotel Føroyum.