Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Las til arkitekt í Kina

Í nýggjasta Ráðgevarablaðnum, sum kom út beint fyri jól er grein um Eyður Pálsdóttir, sum hevur lisið arkitektur í Ningbo í Kina.
 
Eyður Pálsdóttir er 28 ára gomul og bachelorur í arkitekturi. Upprunaliga fór hon at lesa løgfrøði í Keypmannahavn, men skifti útbúgving, tí hesin lesturin var ikki nakað fyri hana. Loysnin var at fara til Ningbo í Kina at lesa til arkitekt á bretska University of Nottingham.
 
University of Nottingham hevur deildir í bæði Kina og Malaysia, sum eru góðkendar eftir bretskum krøvum, og ein kunningarfundur í Norðurlandahúsinum í 2012 um markleysa útbúgving kveikti áhuga hennara fyri fjarskotna útbúgvingartilboðnum.
 
- Tað var ikki so ræðandi fyri meg at fara so langa leið, tí frammanundan hevði eg fjakkað í Suðuramerika og Asia, og eg havi altíð verið forvitin eftir at uppliva nýggjar mentanir, sigur Eyður Pálsdóttir í grein í tíðarritinum, Føroysk Ráðgeving, hjá Ráðgevarafelagnum.
 
Í Ningbo, har 7,6 milliónir fólk búgva, vóru 8-9 føroyingar, meðan Eyður las har. Hini, sum vóru á skúlanum, vóru úr nærum øllum heimspørtum – kinesarar, aðrir asiatar, russarar, afrikanarar, amerikanarar og evropearar. Høvuðsmálið á skúlanum var enskt, men tey høvdu eisini møguleika at læra kinesiskt.
 
Hóast Eyður Pálsdóttir var langt heimanífrá, upplivdi hon ikki Ningbo sum fjarskotnan bý. Á kampusinum var nógv sosialt lív, og fólk vóru bæði vinarlig og virkisfús. Aftrat lestrinum gjørdu tey nógv burtur úr ítrótti, tónleiki og skapandi list.
 
Hvørt lestrarhálvár skuldi ein verkætlan avgreiðast, og oftast varð hetta gjørt í bólkum. Eitt hálvár skuldu tey sniðgeva skúlastovur til ein skúla, ið vildi hava meira skapandi undirvísing enn ta vanligu, har næmingarnir sita og lurta eftir lærarunum.
 
Ein onnur verkætlan var at fáa lív í ein forfalnan bý við eldri fólki, sum frá upphavi var tættbygdur. Uppgávan var at endurskapa lívið og ferðslumynstrið við bæði at varðveita býin og binda hann betri saman.
 
- Eru vit stødd í Føroyum, leingist okkum ofta eftir at sleppa uttanlands, og eru vit uttanlands, leingist okkum altíð eftir at sleppa heim. Hvar eg endi eftir lokna útbúgving, veit eg kortini ikki enn, sigur Eyður Pálsdóttir, sum í løtuni starvast á arkitektastovuni hjá Eyðuni Eliasen.