Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nei til Oman: - Milliónirnar frá ríkum arabara

Perla: Suni á Dalbø, váttaði í seinastu viku, at Føroya Landsstýri, Vinnumálaráðið og Fiskaaling P/F, skuldu vera við í aliprosjekti í Oman. Vinnumálaráðið váttar tað sama sambært innlitsbøn, men prosjektið verður av ongum aftaná at landsstýrismaðurin, tveitti Dalbø úr Vinnuframagrunninum...Grein í Oyggjatíðindum 30. Oktober 2009.

Oyggjatíðindi hevur søkt um alment innlit í aliprosjektið í Oman, sum Suni á Dalbø, hevur bjóða Fiskavirking umvegis Vinnumálaráðnum.

Hetta váttaði Suni á Dalbø í Oyggjatíðindum í seinastu viku, men legði so aftrat, at eftirsum Jóhan Dahl, landsstýrismaður, hevði verið so svínskur, at tveita Dalbø úr nevndini í Vinnuframagrunninum, skuldi aliprosjektið á aðrar hendur.

Oyggjatíðindi søkti um alment innlit í øll skjøl í málinum. Tað fyrsta vit síggja er, at Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, fær hendan teldupostin frá Suna á Dalbø:

- Jaffar Al Mansoor er kendur vinnulívsmaður í Golfinum (m.a. sum fyrrverandi fíggjarstjóri fyri BMMI, ið er stórsta shipping-fyritøkan í Baharain). Hr. Al Monsoor hevur nú heitt á meg, um at hjálpa sær við eini fiskaalingsverkætlan í Oman. Ætlanin hjá honum er at gera okkurt slag at “R&D-site” við luttøku av avvarandi myndugleikunum í Oman (ætlanin er so at hendan “royndarstøðin” síðani skal verða grundarlag undir komandi kommersiellari fyritøku), skrivar Dalbø til aðalstjóran, sum eisini fær at vita:

Eg havi greitt honum frá (Hr. Al Monsoor, bl.m.), at eg haldi at Føroyar hava nógv at bjóða í hesum samanhangi.

- Næsti fundurin hjá okkum í Vfg. (Vinnuframagrunninum, bl.m) verður tann 30. septembur ‘09. Kunnu vit hava ein fund úti í VMR t.d. tann 29. har Fiskaaling eisini er við? Um somuleið kann eg so geva tær eina briefing um ætlanina við Golfinum yvirhøvur, har Johan Dahl eisini kann vera við, um hann hevur tíð til tess (t.e. um mínar samráðingar við Uttanríkisráðið í DK, um samstarv osfr.).

Hvat sigur tú til tað, spyr Suni á Dalbø, aðalstjóran í Vinnumálaráðnum, Arna Poulsen, sum svarar stutt og greitt:

- Hasum eru vit sera áhugaði í. Hevur tú eina klokkutíð, sum passar tær.

Síðani er fundur í Vinnumálaráðnum, 30 september 2009. Sambært fundarfrágreiðingini eru hesi á fundinum:

Á fundi: Arne Poulsen, Suni á Dalbø, Ingolf Joensen og Maria Róin.

Evni: Umbøn um føroyska luttøku í eini verkætlan um aling í Oman.

- Suni á Dalbø (SD) greiddi frá, at hann via danska Uttanríkisráðið hevur fingið fyrispurning frá stjórnini, t.e. uttanríkisráðharrin í Oman, tí ynskir eru um at diversifisera vinnuna. Í Oman ynskir mann at hava fleiri bein at standa á og ikki bert olju. Aling er vorðið eitt innsatsøki, sum fremjast skal í næstum. SD er biðin um at vísa á kompetent fólk innan aling, sum kunnu leggja lag á og verða við til at gera eitt pilot projekt á royndarstøði og helst á kommersiellum basis.** SD vísti á, at talan er um eitt sera áhugavert projekt, sum Føroyar kunnu fáa nógv burturúr. Bæði fígging, vitan og relevanta marknaðaratgongd.

Í tílíkum projekti fylgja skyldur við m.a. teknologiyvirføring.

IJ setti ymsar konkretar spurningar, m.a. hvørji fiskasløg talan er um. Í FO hava vit ikki so nógvan kunnleika til eksotisk fiskasløg. Hinvegin hava vit holla vitan um síl, laks, tekniska partin av alingini og ikki minst vitan um røttu útgerð. Eisini spurdi IJ hvørjar førleikar talan er um og hvørt biðið verður um konkreta ráðgeving um aling á landi ella sjógvi.

- Niðurstøðan á fundinum varð, at IJ skal umrøða projektið við sítt bakland í Fiskaaling og síðani venda aftur og kontakta SD áðrenn fríggjadagin tann 2. oktober 2009.

- Vinnumálaráðið verður kunnað ávegis í málinum, stendur í fundarfrágreiðingini.** Um nakað ella onki er hent 2. oktober, hava vit ikki fingið upplýst í innlitsmálinum.

Tó at 600 milliónir eru nevndar í samband við aliprosjektið í Oman, so vil eingin seta tal á, og Suni á Dalbø, endurgevur bara ríkmannin, Jaffar Al Mansoor: ... what they need to know is that whatever level of capital they require will be made available to them”, citat Mr. Jaffar AlMansoor.

Men nú er tað greitt.

Nei til Oman milliónirnar frá ríkum arabara. Tað var prísurin Jóhan Dahl, mátti betala fyri at koyra Dalbø úr Vfg...