Løgmaður fingið handað álit um Kærustovnin
29. Nov 2020
Arbeiðsbólkurin, sum í fjør varð settur at endurskoða bygnaðin á Føroya Kærustovni, hevur nú handað løgmanni álitið. Uppgávan hjá bólkinum var at taka støði í verandi virksemi og skipan, og síðani gera tilmæli um møguligar broytingar, so stovnurin fer at hóska betri til tað samfelag og tann fyrisitingarbygnað, sum er í dag.