Grindin ongan veg farin
Grindin, ið var merkt í Vestmanna 13. november, hevur mestu tíðina verið í føroyskum sjógvi. Grindin hevur seinastu vikuna ligið støðuføst í sunnara kanti av Bankarennuni, í ein beinan sunnan úr Akrabergi.
Grindin úr Bø melur aftur á aftur slóðina sunnarlaga í Norðuratlantshavinum. Grindin er enn vestan fyri Miðatlantsryggin. Fyrr í vikuni ferðaðist hon suðureftir, men vendi suðuri á 46 breiddarstigum, og ferðast nú norðureftir aftur.
Bjarni Mikkelsen