Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj skipan skal tryggja áhaldandi burðardygga nýtslu av alifirðunu

Havbúnaðarfelagið og Umhvørvisstovan hava gjørt avtalu við P/F Fiskaaling um at menna eina nýggja flokkingarskipan fyri botndjór á føroysku firðunum. Skipanin skal brúkast til at meta um møgulig umhvørvisárin frá alingini, og verður eitt hent amboð afturat í amboðskassanum, at tryggja eina burðardygga nýtslu av alifirðunum.

Í farnu viku undirritaðu Havbúnaðarfelagið og Umhvørvisstovan einumegin, og P/F Fiskaaling hinumegin, eina avtalu um at menna eina føroyska flokkingarskipan fyri botndjór á føroysku firðunum. Talan er um nýbrot innan økið í Føroyum, og væntast arbeiðið at taka eitt ár.

Verkætlanin setur sjóneykuna á lívfrøðiliga margfeldið á havbotninum á okkara firðum og verður hetta nú enn betri lýst. 

”Tað hevur stóran týdning fyri føroysku alivinnuna, at gagnnýtslan av alifirðunum er burðardygg. Við hesari verkætlanini verður botndjóralívið enn betri lýst, og  verður ein  føroysk flokkingarskipan  eitt hent amboð at hava afturat í amboðskassanum, fyri at kunna tryggja áhaldandi burðardygga aling,” sigur Niels Winther frá Havbúnaðarfelagnum. 

”Føroysku alifeløgini hava í nógv ár gjørt botnkanningar og djóralívsgreiningar í s.v. aling á sjónum og sostatt fyriliggur heilt nógv vitan. Úrslitini frá hesum verða  saman við øðrum kanningum brúktar sum grundarlag undir føroysku flokkingarskipanini.” leggur hann afturat. 

Verkætlanin byggir víðari á verkætlanina at menna eina sonevnda baseline fyri lívfrøðiliga margfeldið á føroyskum firðum, sum Granskingarráðið fíggjaði, og har alifeløgini lótu data. Verkætlanin var liðug fyrr í heyst. Tann verkætlanin staðfesti, at botndjóralívið á føroysku firðunum frá náttúrinnar hond er øðrvísi enn í okkara grannalondum, og at tað tí er neyðugt at menna eina serføroyska flokkingarskipan fyri botndjór. Baseline-verkætlanin hevur verið ein fortreyt fyri, at tað nú ber til at fara undir at gera eina føroyska flokkingarskipan.

Ein stýribólkur er settur fyri verkætlanina. Í bólkinum sita umboð fyri Umhvørvisstovuna, Havstovuna, Biofar og Havbúnaðarfelagið. Verkætlanin byrjar nú í november, og verður ætlandi liðug í oktober 2021.