Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Ráðharravitjan úr Grønlandi

02. Nov 2013

Hesar dagar hevur grønlendski mentamálaráðharrin Nick Nielsen vitjað Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra. Vitjanin byrjaði í gjár, 31. oktober, í Mentamálaráðnum, har fundur var um ymisk mál av áhuga fyri grønlendska undirvísingar, kirkju-, menta- og javnstøðumálaráðið.

les meir

Brúgvin um Streymin fyllir 40 ár

02. Nov 2013

FØÐINGARDAGUR: Sama dag sum kenda brúgvin um Bosporus-sundið í Turkalandi, ið knýtir Evropa og Asia saman, var liðug, lat Brúgvin um Streymin upp fyri almennari ferðslu. Mikudagin vóru 40 ár liðin, síðani koyrandi var eftir hesi – fyri føroyskt infrakervi – sera týdningarmiklu brúgv.

les meir

Havið er bæði farleið og forðing

01. Nov 2013

-Tað verður sagt, at havið bæði bindur okkum saman og skilir okkum. Havið er bæði farleið og forðing, og havið gevur okkum sínar avbjóðingar við teimum krøvum, ið harðbalna náttúran gevur okkum. Hetta røddi løgmaður millum annað um seinnapartin, tá ið skipað var fyri minningarhaldi fyri teimum sjólatnu á Vinnuháskúlanum í Havn.

les meir

Løgmaður til Russlands og Kasakstan

01. Nov 2013

Løgmaður fer í komandi viku til Russlands og Kasakstan. Endamálið við ferðini er at slóða fyri betri marknaðaratgongd í eystanlondum fyri føroyskar útflytarar.

les meir

Bústaðir - við at fara av sporinum!

01. Nov 2013

Landið hevur valt at seta á stovn ein almennan stovn (Bústaðir), sum við almennum pengum og hundraðtals milliónum krónum skal taka sær av nøkrum ávísum uppgávum á føroyska bústaðarmarknaðinum.

les meir

Aftur gíslatikin?

01. Nov 2013

Skal ikki leggja meg út í frælsa samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, men støðan har vit 15% av føroya fólki í ytru Føroyum, afturvendandi liva við hóttanini um at skipini ikki sigla er ótolandi, og kann ikki á nakran hátt góðtakast í einum samfelag sum kallar seg framkomið.

les meir

Verkfall um 48 tímar

31. Okt 2013

Viðvíkjandi samráðingum um sáttmálar fyri yvirmenn við Strandfaraskipum Landsins

les meir

Føroya Handilsskúli skipar fyri eftirútbúgving av lærarum í innovatión og íverksetan

31. Okt 2013

Tað hevur leingi verið frammi í almenna orðaskiftinum, at vit sum samfelag ikki eru nóg innovativ, ikki nóg nýskapandi. Tað ger, at vit ikki gagnnýta egið tilfeingi nóg væl, og tað minkar um kappingarføri okkara, verður ført fram. Eins og globalisering og altjóðagerð hvønn dag seta nýggj og øðrvísi krøv, sum eisini Føroyar mugu fyrihalda okkum til í altjóða samstarvi.

les meir