Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Handilsskúli skipar fyri eftirútbúgving av lærarum í innovatión og íverksetan

Tað hevur leingi verið frammi í almenna orðaskiftinum, at vit sum samfelag ikki eru nóg innovativ, ikki nóg nýskapandi. Tað ger, at vit ikki gagnnýta egið tilfeingi nóg væl, og tað minkar um kappingarføri okkara, verður ført fram. Eins og globalisering og altjóðagerð hvønn dag seta nýggj og øðrvísi krøv, sum eisini Føroyar mugu fyrihalda okkum til í altjóða samstarvi.

Føroya Handisskúli og stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur viðgjørt hesar spurningar og gjørt av at seta orku av til at menna lærarahóp skúlans við atliti til júst førleikar innan innovatión og íverksetan. Og við atliti til at menna førleikar at umseta útbúgving til ítøkiligar verkætlanir.

Í morgin byrjar ein nýggj eftirútbúgving fyri lærarar á Handilsskúlanum í Havn og Handilsskúlanum á Kambsdali. 23 lærarar fara yvir nøkur vikuskifti at útbúgva seg til at undirvísa í Innovatión og íverksetan, og at leggja dent á hesar førleikar í øllum lærugreinum, sum undirvíst verður í á skúlunum báðum.

Handilsskúlin veitir sum aðrir miðnámsskúlar gymnasialt studentsprógv, men vit veita eisini aðrar yrkisligar útbúgvingar og ikki minst veita vit hægri útbúgvingar og diplom og akademistøði. Tað er tí at stórum týdningi, at lærarahópurin er so dagførdur sum møguligt, tá um ræður at veita útbúgving, sum kann vera við til at slóða fyri vøkstri og virksemi í Føroyum.

Tí hava leiðslurnar og stýrið fyri Føroya Handilsskúla tikið stig til eina eftirútbúgving, fyriskipað av Syddansk Universitet, sum gevur førleikar at undirvísa í Innovatión C og B. og avgjørt er at henda eftirútbúgving fer fram á Handilsskúlanum í Havn.

Byrjað varð í dag á Føroya Handilsskúla, Janusargøta 2.

Innihaldið í hesum skeiðnum er tað sama, sum verður gjøgnumført á Syddansk Universitet í Odense.

Les meira: http://www.sdu.dk/Efter_videreuddannelse/Korte_kurser/Innovation_Entreprenorskab