Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aftur gíslatikin?

Skal ikki leggja meg út í frælsa samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, men støðan har vit 15% av føroya fólki í ytru Føroyum, afturvendandi liva við hóttanini um at skipini ikki sigla er ótolandi, og kann ikki á nakran hátt góðtakast í einum samfelag sum kallar seg framkomið.

Síðstu tíggju árini hevur Løgtingið við jøvnum millumbili viðgjørt truplu støðuna, har bara vit í útjaðaranum verða rakt av møguligum verkfalli hjá manningarfeløgunum. Í fleiri umførum hevur verið heitt á skiftandi landsstýrismenn, um at skipa raksturin av Strandfaraskipum Landsins á ein hátt, har føroyski útjaðarin og tess livigrundarlag, ikki áhaldandi verður hótt.

Kortini hendir onki. Skiftandi landstýrismenn á økinum, hava tosa og tosa, men úrslitið er framvegis, at einki er hent fyri at tryggja útjaðaranum nøkulunda civiliseraði kor at vinna og virka undir.

Tað hevur verið ført fram áhaldandi at tað er í ”friðartíðum” at loysnin skal finnast, hvussu vit skipa siglingina við Strandfarskipum Landsins til og frá føroyska útjaðaranum. Hóast tað ikki er støðan nú, so fari eg inniliga at heita á partarnar um at finna eina loysn, sum fyribyrgir at tey 15 %’ini sum enn búgva í útjaðaranum, ikki fáa stein omaná byrðu, í síni roynd lyfta sín lut av føroyska samfelagnum.

Loysnin er ikki ein bráfeingis lóggáva, somikið av virðing eiga vit at hava fyri frælsa samráðingarrættinum á arbeiðsmarknaðinum, men ein leið har partarnir aftur seta seg til samráðingarborðið og finna eina loysn.

Eina loysn sum tekur hædd fyri altjóða hvílitíðarkrøvunum. Sum tekur hædd fyri at manningin er fulltíðarsett. Viðurskifti sum eg, undir øllum umstøðum helt vera innanfyri tað játtan, ið Løgtingið hevur samtykt.

At gíslataka ein lítlan og stríðandi part av føroyska fólkinum er armóðstekin og ússaligt, og verður ikki á nakran hátt góðtikið.

Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður í samferðslumálum fyri Tjóðveldi