Liðugt koppsett noyðast ikki í heimauppihald
06. Apr 2021
Frá 1. apríl var ikki neyðugt hjá ferðandi, sum kunnu vátta, at tey eru liðugt koppsett, at fara í seks daga heimauppihald við komu. Fyri at verða roknaður sum liðugt koppsettur skal ein persónur, umframt neyðugu prikini, eisini hava fingið seinasta prikið fyri minst átta døgum síðan.