Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krøv til útfylling í Haraldssundi

Kunoyar kommuna ætlar at gera eina útfylling á uml. 1.350 m2. Til hetta skulu uml. 10.000 m3 av gróti brúkast. Grótið fæst til vega úr tunlunum norður um fjall. Fylt verður út norður úr økinum har verandi bátahylur er, einar 45 m, og upp til 30 m út frá verandi sjóvarmála, út á sjey metra dýpi.

Umhvørvisstovan metir, at útlát, serstakliga av plasti, í sambandi við arbeiðið at gera nevndu útfylling, kann hava týðandi árin á umhvørvi. 

Út frá hesum, hevur Umhvørvisstovan mett, at Kunoyar kommuna skal hava umhvørvisgóðkenning til at gera útfyllingina, eisini hóast slíkt virksemi ikki er nevnt í fylgiskjalinum til umhvørvisverndarlógina. Heimild fyri at krevja, at virksemi, sum ikki er nevnt í fylgiskjalinum til umhvørvisverndarlógina, skal umhvørvisgóðkennast, tá ið mett verður, at serligur tøvur á tí, er í § 28 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.

Umhvørvisstovan tók tí avgerð um, at Kunoyar kommuna skuldi søkja um umhvørvisgóðkenning til virksemið at gera útfyllingina.

Kunoyar kommuna søkti í mars 2021 um umhvørvisgóðkenning av arbeiðinum.

Í umhvørvisgóðkenningini setur Umhvørvisstovan treytir um, hvussu arbeiðið skal fara fram, serliga um mannagongdir, sum skulu fyribyrgja, at spreingileidningar enda úti í náttúruni.