Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almenn hoyring um at umskipa Kærustovnin

Landsstýrið ætlar at umskipa Kærustovnin, soleiðis at stovnurin fær fleiri heimildir og fer at virka sum sjálvstøðugur myndugleiki.

Ætlanin er at fremja broytingina í stigum yvir tvey ár. Skotið verður upp at avtaka átta kærunevndir og tríggjar avgerðarnevndir, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova fyri, og flyta heimildirnar til Kærustovnin.

Fyrimunurin við nýggju skipanini er millum annað, at hon er meira liðilig, og at mál ikki noyðast at bíða eftir nevndarfundi at verða avgreidd. Undir málsfyrireiking kann Kærustovnurin inndraga neyðugan serkunnleika, so at hetta er ein partur av grundarlagnum fyri at taka avgerðina.

Verður uppskotið samtykt, verða fyrstu kærunevndirnar avtiknar 1. januar 2022 og seinasta nevndin verður avtikin 1. januar 2024.

Uppskotið er til almenna ummæli, og ummælisfreistin er 3. mai.

Fleiri upplýsingar um uppskotið eru at finna á síðuni hjá Løgmansskrivstovuni her.