Lærdu at røkta og reinsa svimjihyljar
11. Mai 2021
Fyri góðari viku síðani, var høvi at læra, hvussu ein innrættar og røktar svimjihyljar. Umhvørvisstovan skipaði saman við Teknologisk Institut í Danmark fyri skeiði í svimjihylstøkni. Endamálið var at útbúgva tey, ið hava ábyrgd av svimjihyljum, í hvussu svimjihyljar og -hallir eiga at verða innrættað, røktað og viðlíkahildin, so góðskan á svimjihylsvatninum altíð er nøktandi fyri heilsuna hjá teimum, sum svimja.