Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Frá vinstru: Ester Dahl, løgmaður, Christian Danielsen og Óli Meinertsson Hansen

Álit um samsýning og eftirløn landsstýrismanna handað løgmanni

Seinnapartin í dag fekk løgmaður handað tilmælið um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.

Tað er løgtingslóg nr.77 frá 6.mai 2003, sum ásetur, at løgmaður hvørt valskeið tilnevnir eina nevnd at gera tilmæli um samsýningar og eftirløn til landsstýrisfólk.

Fyri at tryggja eina óhefta nevnd heitti løgmaður á føroysku limirnar í dómaratilnevningarnevndina um at tilmæla hvørji fólk skuldu veljast í nevndina.

Í nevndini hava verið Ester Dahl, Óli Meinertsson Hansen og Christian Danielsen.

Nevndin var liðug við sítt tilmæli á flaggdegnum 25. apríl, og álitið varð handað í dag.

Álitið kann lesast her