Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jákup Sverri hevur gjørt kanningar av brislingi

Ekkókanningar av brislingi á Skálafirði og Tangafirði eru gjørdar við Jákup Sverra í tíðarskeiðinum  

Brislingur var at síggja mest sum allastaðni, har dýpið var meir enn áleið 25 m. Tað var heldur meir av brislingi at síggja á Tangafirði enn á Skálafirði. 

Um dagin sást brislingurin í smáum torvum nær botni og sum størri stimar uppi í sjónum. Støddin á fiskinum, sum stóð niður móti botni, var blandað, mest tvey ára gamal fiskur, meðan skriftin, sum sást upp móti vatnskorpuni, var smáur ársgamal brislingur. 

Í skýmingini lyfti brislingurin seg upp frá botni og loystist heilt upp í vatnsúluni. 

Eingin lodna var fingin á túrinum, og sostatt er lodnan, sum var fingin í kanningunum fyri einum ári síðani, ikki at síggja í ár. Tó var lodna fingin fyrr í ár á yvirlitstrolingunum á Landgrunninum, so óvist er, hvar hon er farin. 

Túrfrágreiðingin kann lesast her

Jan Arge Jacobsen ( janarge@hav.fo)