Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FRANKA GIVIÐ ÚT NÝTT VIDEOLAG

Føroysk-danska Helena Heinesen Rebensdorff við listafólkanavninum FRANKA hevur júst givið út videostaklagið, “Franchise”. Vidoestaklagið hevur longu fingið stak góð ummæli og er ein forvitnislig fyriboðan um komandi fyrstu fløguna hjá FRANKU í fullari longd, sum kemur út seinni í 2015.

Hygg at videostaklagnum HER: http://youtu.be/lQnwE58_iYE

Lagið “Franchise” er framleitt av tónleikaprodusaranum Dodebum og miksað og mastrað av kenda ljóðtøkninginum Dyre Gormsen í Kensaltown Recording Studios í London. Videoupptøkurnar, klippingina og myndaviðgerðina hevur amerikanska videograf-fyritøkan Cinergetic í New York staðið fyri, meðan make-up artisturin Georgina Billington hevur staðið fyri smyrsli og styling.

FRANKA gav í fjør út fyrsta videostaklagið við heitinum “Brace Positions”, so videostaklagið “Franchise” er tað annað í røðini frá FRANKU.

GOTT UMMÆLI
Ummælarin Tubby Gold, ummældi nyggja videostaklagið “Franchise” soleiðis á YouTube: “Hetta er eitt ómetaliga gott og einastandandi videolag. Sangurin og niðurlagið eru serstakliga fangandi. FRANKA dregur teg til sín, og stevið pumpar avstað - sera vanaelvandi. Um tú hyggur at hesum videolag á stórum skíggja við hátalaraljóðinum skrúvaðum for frá, hevur tað eitt gátuført og hypnotisk árin á teg - nakað, sum liggur leingi á – við ímyndini av tí sera vøkru FRANKU í høvdinum – ja, kanska enntá í tínum dreymum!”

FRANKA SÆÐ SUM LOVANDI NÝTT NAVN
“En ny elektronika prinsesse er født”. Soleiðis presenteraði kenda danska spælistaðið VEGA donsk-føroysku FRANKA, tá hon spældi konsert til live konseptið DEBUT í Ideal Bar í VEGA í Keypmannahavn fyri stuttum.

Heimasíðan Bands Of Tomorrow skrivaði soleiðis um FRANKA, tá tey valdu hana út til sín jólakalendara tann 3. desember 2014, sum eitt av teimum mest spennandi og lovandi nýggju nøvnunum á danska tónleikapallinum í løtuni:

“De (VEGA) kunne meget vel have ret i deres forudsigelse, for FRANKA er bestemt et lyt værd… FRANKAs lyd er dansabel, men indeholder også en vis grad af melankoli og mørke, der skaber en god spænding i udtrykket.”

FRANKA SUM TÓNLISTAFÓLK
FRANKA er listafólkanavnið hjá Helenu Heinesen Rebensdorff, sum hevur dansk-kolumbianskan pápa og føroyska mammu (Elin Brimheim Heinesen, sum flestir føroyingar munnu kenna). FRANKA lesur í løtuni sangskriving á Jysk Musikkonservatorium í Århus á øðrum ári. FRANKA ger fangandi løg, sum bæði hava eitt spælisjúkt, feminint yndi, umframt eitt myrkt, ófrættakent sorgblídni yvir sær, bæði í sangtekstunum og í ljóðlandsløgunum. Summi av løgunum hava eisini eina humoristiska tilgongd til lívsins heldur tungu viðurskifti. 

FRANKA bjóðar áhoyrarunum við sær til sveimandi vikuskiftisnætur á dansigólvinum í sínum uppreistri móti gerandisdegnum. Við elementum frá rokutum drum’n’bass beatum til liðiligar, melodiskar synth-figurar skapar FRANKA ein livandi og talandi heim, sum bæði rakar djúpt í sálina og íblæsur til at dansa.

FRANKA samstarvar við kenda produsaranum Henrik Sundh, a.k.a. DODEBUM, og enska psych trance produsaranum, Merlyn Silva.

VÆLEYDNAÐAR KONSERTIR HJÁ FRANKU
Á vári 2014 var FRANKA á væleydnaðari mini-konsertferð í New York, USA. Síðani tá hevur hon spælt eina rúgvu av konsertum í Danmark á kendastu spælistøðunum í landinum. Millum annað hevur FRANKA hitað upp fyri kenda danska tónleikabólkin The Minds Of 99, sum rættiliga hevur vind í seglunum í Danmark í løtuni.

Í januar vitjaði FRANKA eisini í Føroyum, har hon fríggjakvøldið, 9. januar 2015, hevði eina sera væleydnaða konsert í Reinsarínum saman við einum øðrum nýggjum spennandi føroyskum elektronika navnið, Huldu. “Eg eri totalt blown away!” skrivaði kenda føroyska sangarinnan Malan Eyðunsdóttir á Facebook aftaná um framførsluna hjá FRANKU.

FLØGA KEMUR SEINNI Í ÁR
Okkurt demo-lag hjá FRANKU hevur verið í umferð í Kringvarpi Føroya, umframt lagið “Brace Positions”. Nú er videostaklagið “Franchise” komið út, ið sum nevnt er ein fyriboðan um komandi fyrstu fløguna hjá FRANKU í fullari longd, sum kemur út seinni í 2015.

LEINKI:
Hygg at videostaklagnum “Franchise” her: http://youtu.be/lQnwE58_iYE

Les meira um FRANKU her: https://www.facebook.com/frankamusic

Lurta eftir fleiri løgum hjá FRANKU her: http://soundcloud.com/frankadk