Mentan
Nú koma ferðsluljósini við Hvítanesvegin
13. Apr 2018
Sum eina roynd verður nú farið undir at seta ferðsluljós upp við vegamótið Hvítanesvegur - Eystari ringvegur.
les meir
Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini um vikuskiftið
13. Apr 2018
Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík um vikuskiftið 13.-14. apríl. Evnið í ár er ‘Guds náði og kærleikin til menniskjað’. Fríggjakvøldið verður eitt stórt felagsungdómsmøti, og leygardagin eru frágreiðingar um víðfevnda arbeiðið, pallborðsfundur, rundvísing á byggiplássinum og møti um kvøldið.
les meir
Gøtudalstunnil og Innkomuvegur neyðugir við øktu ferðsluni
13. Apr 2018
FERÐSLUKERVIÐ: Loysnirnar hjá Landsverki til meirferðsluna í sambandi við Eysturoyartunnilin hava leingi ligið klárar. Rættast er at gera ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotn, og fáa gjørt Innkomuvegin í Suðurstreymi so mikið rúmligan, at hann kann taka ímóti øktu ferðsluni, sum fer at standast av nýggju farleiðini til og úr høvuðsstaðnum.
les meir
Arctic Hubs í Norðurlandahúsinum 8. og 9. mai
13. Apr 2018
Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipar í samstarvi við Arctic Circle fyri ráðstevnuni Arctic Hubs 8. og 9. mai.
les meir
Hugleiðingar, 30 ár á egnum veingjum
12. Apr 2018
.... er ein samandráttur av hendingum sum fóru fram fyri meira enn 30 árum síðani, og sum sigur frá tilgongdini í sambandi við tá tjóðarflogfelag Føroyinga var sett á stovn, umframt tær hendingar sum vóru partar av menningarætlanini at menna Vágarnar sum í dag ikki longur verður roknaður sum útjaðaraøki, men partur av miðstaðarøkinum:
les meir
Sambandsflokkurin á ferð í Suðuroy
12. Apr 2018
Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum fer hósdagin 12. apríl til Suðuroyar við Smyrli at vitja virkir og stovnar runt um í oynni.
les meir
Umboðsmaðurin heldur fast við niðurstøðu sína viðv. Búnaðargrunninum
12. Apr 2018
Í áliti, dagfest 2. november 2017, heitti umboðsmaðurin á Búnaðargrunnin um at viðgera innlitsáheitanirnar hjá einum klagara av nýggjum og taka støði í, at klagarin hevði biðið um partsinnlit í mál, sum vóru fevnd av fyrisitingarlógini.
les meir
Løgmaður vertur fyri ríkisfundi í summar
12. Apr 2018
RÍKISFUNDUR: Forsætisráðharri Danmarkar og landsstýrisformaður Grønlands koma til Føroya í summar
les meir
















