Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sambandsflokkurin á ferð í Suðuroy

Dan Klein --- 12.04.2018 - 09:33

Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum fer hósdagin 12. apríl til Suðuroyar við Smyrli at vitja virkir og stovnar runt um í oynni.

Suðuroyar Sambandsfelag bjóðar Suðuroyingum at hitta tingmanningina í mentanarhúsinum Saltsilo´ini, hóskvøldið kl. 19.30, og fríggjadagin verður hildið fram at vitja virkir og stovnar.

Endamálið við ferðini er at møta Suðuroyingum og nøkrum av teimum, sum reka vinnuligt virksemi og virka á ymiskum stovnum - hetta sum ein liðir í politiska arbeiðinum hjá flokkinum.

Sambandsflokkurin