Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Vitan um føroysku firðirnar

17. Nov 2018

UMHVØRVI: Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Fiskaaling er at framleiða og savna inn vitan um føroysku firðirnir. Endamálið er at fáa eitt grundarlag at leggja til rættis alivirksemi á firðunum, so árin frá alingini ikki nerva firðirnar meira enn neyðugt. Nógv data er savnað inn, og nógv vitan er framleidd seinastu árini, eins og nýggj vitan áhaldandi legst afturat.

les meir

Kristina á ráðharravitjan í Katalonia

16. Nov 2018

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er í hesum døgum á ráðharravitjan í Katalonia. Jordi Puigneró, katalanski ráðharrin innan talgilding, hevur bjóðað landsstýriskvinnuni á vitjan. Í hesum sambandi eru eitt nú fundir við fleiri myndugleikar í Barcelona.

les meir

Bárður Oskarsson wins Nordic Council Children and Young People’s Literature Prize 2018

16. Nov 2018

The Nordic Council has awarded Faroese author and illustrator, Bárður Oskarsson, with this year’s Children and Young People’s Literature Prize for his book titled Træið (“The Tree”). This took place at an awards ceremony in Oslo earlier this month.

les meir

Heilsuskúlin skal ikki flytast úr Suðuroynni

16. Nov 2018

Eitt úttalilsi hjá mær í løgtinginum mikudagin, og ein endurgeving av tí sama á in.fo hava skapt øsing í Suðuroynni. Fólk hava eftir øllum at døma fingið ta fatan, at eg vil flyta Heilsuskúlan úr Suðuroynni. Tað er ein misskiljing

les meir

ZACHARIAS ZACHARIASSEN Á FLØGU - ein søgulig fløga

16. Nov 2018

Zacharias Zachariassen andaðist í august mánaða í fjør 82 ára gamal. Hann hevur lagt eftir seg hópin av skrivligum tilfari. Hann skrivaði og týddi hópin av sangum, og hann eigur ikki færri enn 122 sangir í NÝGGJU SONGBÓK GUDS FÓLKS.

les meir

Hálvur november, og framvegis er einki gjørt við Selatraðarvegin

15. Nov 2018

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning um viðlíkahald av Selatraðvegnum, til Aksel V. Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

les meir

Enn ein ósemja, ið sáar iva um trygdina hjá borgaranum

15. Nov 2018

Nú Ljósmøðrafelagið er farið í verkfall, eru vit enn eina ferð vitni til, at spurnartekin verður sett við trygdina hjá teimum borgarum, ið hava bráðfeingis viðgerð fyri neyðini.

les meir

Bókadagur 2018

15. Nov 2018

Í døgunum 23.-25. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.

les meir