Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hálvur november, og framvegis er einki gjørt við Selatraðarvegin

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning um viðlíkahald av Selatraðvegnum, til Aksel V. Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

·         Verða pengarnir sum eru játtaðir til at bøta um Selatraðarvegin brúktir í ár?

Viðmerkingar:
Vegurin til Selatraðar er ein smalur einbreytaður vegur, har undirlendi er vánaligt í støðum.

Pengar hava ongantíð verið játtaðir til eina samlaða dagføring av vegnum, og tí hevur Landsverk

valt at dagføra og umvæla ringastu strekkini, tá játtan hevur verið til endamálið.

Í ár eru játtaðar 1,5 mió. krónur til at bøta um Selatraðarvegin, men nú vit eru komin út í hálvan november, og framvegis einki er gjørt við vegin, verður spurt, um hesir pengarnir verða brúktir í ár.

Á Løgtingi, tann 14. november 2018

Helgi Abrahamsen