Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

MAGNI VIÐ LØKKE: VIT SKULU HAVA UTTANRÍKISPOLITISKT FRÆLSI

19. Jan 2019

Magni Arge og Lars Løkke Rasmussen kjakaðust á DR1 í morgun. Magni nevndi, at Tjóðveldi er til reiðar at stuðla teirri stjórn, sum vil lata Føroyum suverenitet í uttanríkispolitikki og handilspolitikki, og mælti til somu skipan millum Føroyar og Danmark, sum Ísland fekk í 1918.

les meir

Nýtt og skjótt internet á Smyrli

19. Jan 2019

Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, ið hevur ábyrgd av Strandferðsluni, hevur gjørt avtalu við Hilmar Eliassen, stjóra á Strandferðsluni, at fipurnet verður lagt um allan Smyril.
Heðin Mortensen sigur:

les meir

Nýtt rit um sjóvarhitan niðast við botn ymsastaðni í føroyskum havøki

19. Jan 2019

Fyri fisk og onnur djór, sum liva nær botni, er hitin niðri við botn – botnhitin – eitt tað týdningarmesta til at avgera, um tey trívast ella ikki.

les meir

KÁRI P. HØJGAARD SPYR LØGMANN UM REVSING Í RÚSEVNAMÁLUM

19. Jan 2019

- Um øll rúsevnamál skulu avgreiðast í rættarskipanini, er talan um stóran eykakostnað og nógv arbeiði hjá løgreglu og rættarskipan, sum als ikki stendur mát við revsingina, hetta sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, m.a. í einum §52a fyrispurningi sum hann í dag hevur sett Akseli V. Johannesen, løgmanni.

les meir

Gongd á Fjørðuvegin í Runavík

18. Jan 2019

Uppskot til verklagslóg er nú gjørt, soleiðis at Fjørðuvegurin í Runavík kann gerast.

les meir

Dómurin í Føroya Rætti í málinum um skúlabygnaðin í Sunda kommunu var í samljóð við niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni

18. Jan 2019

Vísandi til tíðindi í miðlunum seinastu dagarnar, sum kunnu misskiljast, loyvir umboðsmaðurin sær at koma við hesi viðmerking:

les meir

100 fleiri dagstovnapláss í Hoydølum

18. Jan 2019

Tórshavnar kommuna fer at skipa dagstovn í Hoydølum, til tess at loysa bráðfeingis tørvin á dagstovnaplássum. Kommunan hevur gjørt avtalu við Mentamálaráðið um at leiga skúlalonina í Hoydølum fram til árslok 2020.

les meir

105 ítróttafólk til oyggjaleikirnar á Gibraltar

18. Jan 2019

Í døgunum 6. til 12. juli 2019 verða Oyggjaleikir aftur á skránni. Hesuferð verða leikirnir hildnir á Gibraltar. 105 ítróttafólk fara at umboða Føroyar í tíggju ítróttagreinum. Tær eru: Frælsur ítróttur, Badminton, Kurvabóltur, Súkkling, Judo, Skjóting, Svimjing, Borðtennis, Tennis og Triathlon.

les meir