Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KÁRI P. HØJGAARD SPYR LØGMANN UM REVSING Í RÚSEVNAMÁLUM

- Um øll rúsevnamál skulu avgreiðast í rættarskipanini, er talan um stóran eykakostnað og nógv arbeiði hjá løgreglu og rættarskipan, sum als ikki stendur mát við revsingina, hetta sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, m.a. í einum §52a fyrispurningi sum hann í dag hevur sett Akseli V. Johannesen, løgmanni.

Tingmaðurin greiðir frá, at í okkara grannalondum er eitt minstamark - ella ein sokallað "bagatelgrænse" fyri rúsevnabrot. Hesi brot vera síðani avgreidd við bót.

Spurningarnir Kári P. Højgaard hevur sett løgmanni, eru soljóðandi:

1. Er tað rætt, at einki minstamark er fyri nøgd, sum kann verða avgreitt við bót, men at øll narkomál
    skulu í rættin? Eisini um til dømis ein persónur verður tikin við 0,1 grammi av rúsevni?
2. Eru somu reglur galdandi á hesum øki í Føroyum, sum í hinum Norðurlondunum?
3. Hevur politiski myndugleikin ætlanir um at fremja nakrar broytingar, vísandi til spurningarnar?