Fráboðan: Fyribils vera Føroyar verandi á gula stiginum
31. Des 2021
Smittutølini seinastu dagarnar hava tíverri verið vaksandi. Í gjár vóru heili 180 nýggir smittutilburðir staðfestir. Hetta merkir, at talið av smittaðum um dagin seinastu vikuna, nú er farið upp um 75 pr. dag, sum er vegleiðandi markið fyri reyða tilbúgvingarstiginum í ferðsluljósskipanini.