Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kristoffur Laksá, umboðandi Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

Sáttmálin fyri Posta longdur

Millum annað fyri at fáa tíðarskeiðini fyri sáttmálarnar fyri tey bæði almennu partafeløgini at fylgjast aftur, hevur Starvsfelagið avgjørt at leingja sáttmálan fyri Posta eitt ár. Lønarhækkingin í 2022 verður tann sama sum hjá starvsfólkunum hjá Føroya Tele.

Trý ára sáttmálin millum Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna starvsfólkini á Posta, ið fer úr gildi 31. desembur 2021, er longdur eitt ár.

Lønarhækkingin pr. 1. januar 2022 verður tann sama sum fyri limir felagsins á Føroya Tele, 1,25 %, og verandi sáttmáli verður galdandi til 31. desembur 2022.

Nevndin í Starvsfelagnum hevur viðgjørt málið og metur, at tað av praktiskum orsøkum er rættast at leingja verandi sáttmála við einum ári.

Broytingin ber í sær, at teir sáttmálarnir, sum Starvsfelagið hevur fyri tey bæði almennu partafeløgini framyvir aftur fara at vera fyri somu tíðarskeið.

Skipanin hjá Starvsfelagnum var upprunaliga tann, at gjørdir vóru 2 ára sáttmálar, annaðhvørt ár fyri almenna arbeiðsmarknaðin og annaðhvørt ár fyri privata arbeiðsmarknaðin, sum eru teir báðir sáttmálarnir fyri ávíkavist Posta og Føroya Tele.

Í 2019 varð tó víkt frá hesi siðvenju. Tá varð gjørdur 3-ára sáttmáli fyri Posta, av tí at ætlanir vóru um at privatisera fyritøkuna. Mett varð tá, at tað tryggasta fyri starvsfólkini fór at vera at gera ein longri sáttmála.

Hetta hevur tó víst seg at vera ein óhøglig skipan. Lutvís av tí, at sáttmálarnir fyri partafeløgini líkjast og tí helst skulu gerast í senn. Lutvíst tí, at samráðingarnar um sáttmálan fyri Posta koma at liggja samstundis sum samráðingarnar um sáttmálarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Og tað riggar illa.

Nú verður so roynt at koma aftur á beint, so at mannagongdin framyvir aftur verður tann, at samráðingarnar á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum altíð verða hildnar hvør sær, forskotnar annaðhvørt ár.

Starvsfólkini á Posta fara í 2022 fara at fáa somu lønarhækking sum starvsfólkini á Føroya Tele, og samráðingarnar um sáttmálar fyri báðar tær almennu fyritøkurnar verða samstundis við árslok 2022.

Starvsfelagið