Fiskaaling lýsir bakteriusamansetingar undir Vísindavøku
18. Sep 2017
FRAMLØGA: Fyri tíggindu ferð skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku, og eins og fleiri av undanfarnu árum bjóðar Fiskaaling eisini fram fyrilestrar – hesaferð tveir í tali. Annar av fyrilestrunum snýr seg um sekvensering av bakteriusamfeløgum, sum Ása Jacobsen, granskari, fer at lýsa og greiða frá í Studentaskúlanum í Hoydølum.





















