Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fróðskaparsetur Føroya við í granskingarverkætlan um kropsligu krøvini í íshokki

Magni Mohr er verkætlanarleiðari í størri granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at greina kropsligu arbeiðskrøvini í úrvalsíshokki. 

Fyrsta vísindaliga greinin er nú almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum Journal of Strength and Conditioning Research og ber heitið: “Analysis of high-intensity skating in top-class ice-hockey match-play in relation to training status and muscle damage”. 

Greinin er skrivað av Magna Mohr saman við granskarum frá Syddansk Universitet og Gøteborgs Universitet, og sjálvt kanningararbeiðið er gjørt í Vancouver, British Columbia í Kanada. 

Arbeiðsmynstrið í íshokkidystum er neyvt skrásett við somu tøkni, sum vanliga verður nýtt av granskingartoyminum í fótbóltsgranskingarverkætlanum.

Greining lýsir arbeiðsmynstrið og –intensitetin í íshokkidystum úr National Hockey League (NHL), sum er heimsins sterkasta íshokkikapping, við høvðsdenti á vøddamøði í dystum, umframt týdningin av kropsligari venjingarstøðu. Luttakandi royndarpersónarnir er sostatt bæði heimsmeistarar og olympiskir gullvinnarar í íshokki.

Hetta er fyrsta vísindaliga grein nakrantíð, sum greinar tey kropsligu arbeiðskrøvini í úrvalsíshokki, og er liður í størri ph.d.-verkætlan á universitetinum í Gøteborg, sum er fíggjað av svenska íshokkifelagnum Frølunda. 

“Arbeiðsprofilurin í professionellari íshokki er hugtakandi og vísindaliga áhugaverdur, tí leikararnir eru bert á ísinum í 30-45 sekunds tíðarbilum í senn, og hesa tíðina verður arbeitt við nær maksimalum intensiteti. Menningin av vøddamøði í júst hesum arbeiðsforminum er ikki greinað fyrr undir natúrligum viðurskiftum, og tískil brúka vit íshokki sum arbeiðsmodell at betur útgreina og skilja vøddamøði undir hørðum stutttíðar intervalarbeiði” sigur verkætlanarleiðari Magni Mohr, sum hevur granskað í vøddamøði undir intensum arbeiði seinastu 20 árini. 

Samandráttur av greinini kann lesast her: https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/28557852