Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Merkta grindin er í Bankarennuni

11. Jun 2020

6. juni 2020 vóru tveir grindahvalir merktir við fylgisveina-sendarum á sandinum í Bø. Ein grind á umleið 30 hval var sædd á fjørðinum um morgunin, og avrátt var at royna at merkja grindina. Tað var kyrt á sandinum, hóast tað var tráður vindur. Tað gekk væl at reka grindina, men tá grindin kom inn ímóti, gjørdist ókyrt, og tí eydnaðist bert at merkja tveir av ætlaðu fimm hvalunum, meðan 19 hvalir máttu avlívast, tí teir endaðu uppi á turrum. Sostatt svumu merktu hvalirnir avstað aftur í einum minni bólki á umleið 10 hval.

les meir

Føroyar, ES og Noreg gjørt strandarlandasemju um eftirlitssamstarv

10. Jun 2020

Í hesum døgum hava Føroyar, ES og Noreg í skrivligari mannagongd gjørt eina strandarlandasemju um eftirlitssamstarv í Landnyrðingsatlantshavi fyri 2020. Semjan snýr seg ítøkiliga um eftirlitstiltøk viðvíkjandi svartkjafti, norðhavssild, makreli og rossamakreli.

les meir

Eingin nýggjur smittutilburður

10. Jun 2020

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 10.459 kanningar, staðfestir Heilsumálaráðið 9. juni 2020 kl. 10:48

les meir

Betri treytir fyri útflutningsráðgeving frá Trade Council

10. Jun 2020

Danska uttanríkismálaráðið hevur fráboðað ein útflutnings- og íløgupakka, sum hevur til endamáls at styrkja útflutningsmøguleikarnar og arbeiðspláss í s.v. COVID-19. Eisini føroyskar fyritøkur hava atgongd til skipanirnar í hesum pakkanum.

les meir

Kvinnuligir handverkarar

10. Jun 2020

Nógv fokus verður sett á at fáa fleiri kvinnur at starvast og støðast í handverksvinnunum. Dansk Byggeri hevur seinasta árið havt átak koyrandi. Eisini í Føroyum verður ljós varpað á møguleikarnar.

les meir

Prentsmiðjur mist nógvan umsetning

09. Jun 2020

Bæði hjá Estra og Føroyaprent hava tey merkt stóra afturgongd í umsetninginum orsakað av korona. Stjórin í Føroyaprent saknar ein virðiligari tóna frá politikarunum.

les meir

Bara éina rehabiliteringsmiðstøð í Føroyum

09. Jun 2020

Politiskt verður nú lagt upp til, at virksemið innan endurvenjing í sjúkrahúsverkinum verður enn meira spjatt, heldur enn savnað, og soleiðis verður ómøguligt at byggja nakað munagott upp við specialisering innan rehabilitering. Tørvur er á éinari rehabiliteringsmiðstøð í Føroyum - tað, sum nú hendir kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum

les meir

Løgtingið samtykt lóg um gransking, menning og nýskapan

09. Jun 2020

Hósdagin 4. juni samtykti Løgtingið endaliga nýggja lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Við hesi lógini fer lóg um gransking frá 2001 við broytingum í 2006 út gildi. Hetta er lógin, sum millum annað fevnir um virksemið hjá Granskingarráðnum. Nýggja lógin fær gildi frá 1. januar 2021.

les meir