Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd

Betri treytir fyri útflutningsráðgeving frá Trade Council

Danska uttanríkismálaráðið hevur fráboðað ein útflutnings- og íløgupakka, sum hevur til endamáls at styrkja útflutningsmøguleikarnar og arbeiðspláss í s.v. COVID-19. Eisini føroyskar fyritøkur hava atgongd til skipanirnar í hesum pakkanum.
 
Vinnuhúsið

Partur av ráðgevingini hjá Trade Council (fyrrv. Eksportráðið) verður ókeypis, meðan kostnaðurin av aðrari ráðgeving lækkar:
 
- Upp til 15 tímar ókeypis COVID-19 bráðráðgeving fyri hvønn marknað. Fevnir eitt 
  nú um toll- og útflutningstekniskar spurningar.
- Ókeypis public service ráðgevingin verður økt úr 3 upp í 5 tímar
- Tímaprísurin fyri ráðgeving verður annars lækkaður úr 995 kr/t niður í 500 kr/t
 
Harumframt styrkir Trade Council sína ráðgeving, m.a. við einari útflutningshotline, sum fyritøkur hava atgongd til.
 
Les meira um møguleikarnar á www.eksporthjælp.nu