Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Minningarhald fyri børn, ið farin eru, verður sunnudagin 8.november kl. 16.00 í Havnar kirkju

05. Nov 2020

Maria Sommers við Skipá prestur prædikar. Tónleikarar frá Musikskúlanum framføra. Minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta. Áðrenn gudstænastuna er høvi hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra ljós fyri barninum tey hava mist og vit minnast tey í kvirru.

les meir

Tey fáu og knáu gjørdu tað aftur

05. Nov 2020

Hjartaliga vælkomin til hendan fund, sum Felagið Varðin hevur boðið til, nú mentanaritið Varðin hevur hundrað ára hald. Øll málumráði hava mentanarrit. Flestum teirra er stutt lív lagað. Men her úti í Stórhavinum hava vit fáu og knáu, sum halda føroyska málinum uppi, megnað at havt eitt slíkt rit í hundrað ár. Hetta er bara tí hollu undirtøku fyri at takka, sum hetta tíðarrit hevur fingið frá Føroya fólki.

les meir

Framløga av Norðoya kirkjubók 1760-1892 í kvøld

04. Nov 2020

Í kvøld kl. 19 verður framløga av Norðoya kirkjubók fyri árini 1760-1892 í kjallaranum í kirkjuni í Klaksvík.

les meir

Vísindavøka 2020

04. Nov 2020

Vísindavøka 2020 verður í Kongshøll 6. november kl. 8 - 16.

les meir

Góðska og handfaring av fiski á breddan

04. Nov 2020

Næsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes verður 4. November kl. 14 á Bátasavninum í Leirvík. Tá verður sjóneykan sett á týdningin av rættari handfaring av fiski og ávirkanina á góðskuna.

les meir

Kunning til veljarar, sum vegna COVID-19 eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi

04. Nov 2020

Veljarar, sum vegna COVID-19 eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi, skulu ikki møta á valstaðnum sjálvan valdagin fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið. Hesir veljarar kunnu í staðin útinna sín valrætt við brævatkvøðu.

les meir

Fíggjarmálaráðið: Eitt mark má vera

03. Nov 2020

Í 2017 fingu sjúkrarøktarfrøðingar eina søguliga stóra lønarhækking. Men hóast sjúkrarøktarfrøðingar fingu tvífalt so nógv, sum nakað annað fakfelag tá, so krevur felagið enn einaferð meira enn øll onnur. Men eitt mark má vera.

les meir

Er tín fyritøka klár til nýggju dataverndarlógina?

03. Nov 2020

Nú ber til at melda seg til kunningartiltakið um nýggju dataverndarlógina, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri í Klaksvík og í Havn í november.

les meir