Tey fáu og knáu gjørdu tað aftur
Hjartaliga vælkomin til hendan fund, sum Felagið Varðin hevur boðið til, nú mentanaritið Varðin hevur hundrað ára hald. Øll málumráði hava mentanarrit. Flestum teirra er stutt lív lagað. Men her úti í Stórhavinum hava vit fáu og knáu, sum halda føroyska málinum uppi, megnað at havt eitt slíkt rit í hundrað ár. Hetta er bara tí hollu undirtøku fyri at takka, sum hetta tíðarrit hevur fingið frá Føroya fólki.
Framløga í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Zakarias Wang, røddi um stórverkið í gjarkvøldið:
Háttvirdu áhoyrarar!
-Tá vit hugsaðu um, hvat vit skuldu geva Føroya fólki aftur fyri alla hesa vælvild, kom uppskotið hjá Johan G. Mikkelsen um at geva út tær gomlu varðveittu kirkjubøkurnar, so vit sum nú liva nágreiniliga kunnu síggja hvørjar forfedrar og formøður vit hava. Onkur heldur kanska, at tað er løgið, at eitt føroyskt mentanarforlag skal geva út bøkur sum eru skrivaðar á donskum, men vit skulu minnast, at tey fólk, sum her eru nevnd, eru tey sum hava hildið máli okkara uppi uttan mun til hvør ágangurin hevur verið. Hvør kann ikki taka undir, tá viðingurin Kristian Matras tekur til um móðurmálið:
“Eg fann teg í orðum, sum møður mæltu, stákandi inni við eld, eg fann teg í teimum hyggjuráðum, í orðatøk vóru telgd, eg fann teg í teimum føgru nøvnum, á áum, fjøllum og deld.” Møður okkara hava ikki bert borið okkum í heim, givið okkum bróst og troystað okkum tá vit snávaðu, men tær hava eisini givið okkum móðurmálið. Lítið stás hevur verið gjørt burtur úr teimum og teirra avrikum, men nú ber til at síggja nøvn teirra standa so prýðilig prentaði í hesum verki.
Norðoyggjar hava sanniliga ikki verið eftirbátur í bardaganum fyri føroyska málinum. Tá Føringafelag var stovnað, vóru menn sum hugsaðu um at gera ein háskúla, har føroyskt kundi fáa innivist. Men annað skal til enn orðabrask. Og hvat hendi? Ein skarðsmaður og ein inni í Bø, í býlinginum Vági, fingu ein miðving saman við sær at fara undir ein háskúla. Hann í Vági var Símun Waag, og tað var hann, sum legði peningin á borðið, sum gjørdi at háskúlin kundi koma í gongd. Miðvingurin var Rasmus Rasmussen, og skarðsmaðurin var hin Símun, sum fekk sær navnið eftir heimbygdini. Hesin skúli sýndi, at tað bar til at hava skúlagongd á føroyskum, og tí samtykti løgtingið nøkur fá ár seinni at øll børn skuldu læra at skriva føroyskt.
Símun av Skarði yrkti 1906 í Føgrulíð:
Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð
og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.
Mangir eru teir føroyingar, sum hava vart Føroyar í harðasta stríði á sjógvi og landi, men ein er sum ber av øllum. Hann var Magnus Heinason. Tá hann var uppi á døgum vóru tað ófriðaskipini sum ikki fingu frið, tí hann søkti tey niður á havsins botn. Men teir høgu í Keypmannahavn lógu Magnusi eftir lívinum, og at enda fingu teir hann dømdan og hálshøgdan. Men málið var tikið uppaftur og hann var fríkendur og varð gravlagdur í Ørslev kleystrinum í Jútlandi.
Hann átti ein son, sum æt Rasmus í Haraldssundi. Hesin átti Guttorm í Múla, og børn hjá Guttormi í Múla eru uppskrivaði í Norðoya kirkjubók.
Nú er áhugi fyril at gera ílegukanningar av gamla Magnusi sum millum annað kunnu siga okkum hvønn lit eygu og hár hesin forfaðir okkara hevði. Á hvønn annan hátt vit líkjast honum er ringt at fáa at vita, men vit kunnu ið hvussu er siga, at norðingar hava tikið væl undir við Magnusi Heinasyni tá tað hevur rátt um at verja fosturlandið.
Ein søgumaður úr Klaksvík var Róland Waag Høgnesen. Hann undraðist í stórum á, hvussu tað bar til, at tá ið stættartingið danska í 1840-árunum viðgjørdi danska tvingsilsskúlan í Føroyum, var tað bert ein ið mótmælti, og tað var ein danskur próstur, sum æt Plesner. Róland kundi ikki finna nakað, sum hesin maður hevði við Føroyar at gera. Herfyri duttu eygu míni niður á, at árini 1840-44 hevði ein kandidatur í teologi, sum æt Johan Wegener, verið húslærari hjá Plesner prósti. Í 1838 hevði hann hálpt bróður sínum, sum var rektari á Jonstrup læraraskúla.
Vit vita, at Jóannes Petersen úr býlinginum Vági gekk á Jonstrup seminarium 1837-40. Hann var sonur Pætur Eliasen í Útistovu, og móðir hansara var Súsanna Jógvansdóttir úr Niðristovu í Fuglafirði. Vit vita eisini at hann var sera klókur. Har hevur tí verið ein maður, sum hevur kunna sagt Johan Wegener frá um føroyska málið og frá teimum føroysku viðurskiftunum, sum hesin síðan kundi lata Plesner greiða frá í stættartinginum so at menn gjørdist albilsnir av kunnleika hansara um føroysk viðurskifti.
- Vit vita eisini, at Jóannes Petersen var deknur á Nesi tá Hammershaimb var próstur, og at hann eftir ráðum Vensils sendi sín gávuríka son Fríðrik at ganga í latínskúlan í Reykjavík, har hann fekk íblástur til at yrkja eina slíka perlu sum sangin:
“Hvat kann røra hjartastreingir? hvat kann reystar gera dreingir? Tað er móðurmál”. Nógv bendir tí á, at fremsta verjan fyri tí føroyska málinum kemur úr Útistovu í Vági og tí ríku mentan sum har var.
Og í dag er orsøk hjá okkum øllum at fegnast.
Fyri mongum árum síðani fór Johan Mikkelsen úr Svínoy at granska ætt. Hann kom eftir, at skuldi nakað munagott koma burturúr, var neyðugt at festa á blað tað sum stóð at lesa í fremstu kelduritunum, sum eru kirkjubøkurnar, so tað bar til hjá leikum og lærdum at fáa haldgóðar upplýsingar um tað sum hent var í ættini.
Hetta var hansara dreymur, og tað tóktist øllum heilt veruleikafjart at fáa sett hetta í verk. Arbeiðið var so ovurhonds stórt.
Men nú er Johan vinnari, tí nú er hann komin til sítt heimaból við einum prentaðum avriti av teimum fyrstu varðveittu kirkjubókunum fyri Norðoyggjar, sum eru skrivaðar í Ónagerði av prestunum har í teimum tíðum, kolan var einasta ljóskeldan.
Frælsishetjan Nelson Mandela segði, at ein vinnari er ein droymari, sum aldrin gevst. Dreymurin er rakstrarmátturin, og so hevur verið hjá Johan. Tað er ikki øllum unt at síggja at dreymurin gerst veruleiki, men Johan er nú ein av hesum vinnarum.
Tað eru onnur, sum hava sæð hvørjar førleikar hann hevði og hava sett álít á hann. Ein av hesum var Freydis Poulsen, sum heilt tíðliga segði, at Johan var tann besti at lesa og skriva kirkjubøkur av. Hetta gjørdi sjálvandi sítt til, at hann ikki slepti dreyminum, hóast avbjóðingarnar hava verið nógvar.
Mangan hava upprunaritini verið sera ring at lesa. Men Johan er ikki givin fyri tað og hevur loyst gátur, sum mong onnur hava stríðst við til fáfeingis. Hann hevur havt tað hepni at hava ein son, sum hevur kunna hjálpt honum við teimum tøkniligu avbjóðingunum, sum nútíðin hevur fyri okkum tilkomnu.
- Trúliga hevur hann sitið á landsskjalasavninum, og har hevur hann fingið nógva hjálp frá Sunnrid Olsen, og tá hon fór frá við eftirløn fekk hann hana at hjálpa sær at lesa rættlestur, og tað gevur trygd fyri at tað sum kom upp á pappírið eisini var tað sum stóð í frumritunum. Síðani fekk hann samband við okkum í Felagnum Varðanum og vísti okkum á, at tørvur var á at fáa hetta mikla tilfar upp á prent so tað kundi gerast atkomuligt hjá Føroya fólki, sum harvið kundi fáa vissu fyri, hvat ið henda stóra søguliga kelda kundi siga um sína slekt.
Felagið Varðin megnaði ikki sjálvt eina slíka útgávu, men tá Johan saman við forlagnum tosaði við møguligar sponsorar, vakti dreymurin hjá Johan so stóran áhuga, at tað bar til at fara undir verkætlanina. 7. juli í ár høvdu vit framløgu av Eysturoyar kirkjubókum, og nú er Johan komin hagar sum alt hevur sín uppruna fyri hann og hansara ætt: Norðoyggjar. Nú eru so hinar oyggjarnar eftir, og so mikið er vist, at Vága kirkjubók verður næst, og síðan verður tað hon í Norðstreymoy. Eftir tað fara vit suður um Hórisgøtu, sum er gøtan millum Skælings og Oyrareingir, og har eru eisini nøkur spennandi prestadømi.
Vit kunnu siga at sigur Johans er í eygsjón nú bæði Eysturoyar og Norðoyar kirkjubøkur eru útkomnar. Fullvunnin er sigurin ikki fyrr enn vit hava allar Føroyar fram til 1892 við í hesi ritrøð. Tá fer at bera til at greina ættirnar hóast hon er spjadd víða um landið.
Tíbetur er áhugin fyri ættargransking í menning. Nú vit fáa føroyska samleikan, fáa vit møguleika fyri at gera ættartrø okkara, og hetta framstig fer at vaksa almikið um okkara hug til at fáa meir at vita um ætt okkara. Nú fer at bera til at nýta ættartræið sum leiðbeinari í kirkjubókunum, tí her ber til at fáa meir kunnleika um hvussu okkara forfedrar livdu í bygdum sínum, og hvørjum tey vóru saman við.
yrimunurin við prentaðu útgávuni av hesum bókum er, at her fáa vit vissu fyri, at tað vit her lesa er nágreinliga tað sum frumkeldan sigur, og hetta kunnu vit líta á og venda aftur at nýta í ókomnum tíðum.
At enda nakrir praktiskir upplýsingar.
Vanliga verða bøkur seldar fyri umleið eina krónu fyri síðuna. Við tí stuðli vit hava fingið til hesa útgávu ber tað til hjá okkum at hava eitt sertilboð til tykkara, sum her eru komin í dag, so tit kunnu keypa Norðoya kirkjubók við 725 síðum fyri 350 krónur. Vit hava eisini nakrar av Eysturoyarbókunum við okkum, sum tað sama er galdandi fyri í dag.
Tað ber til at tekna seg fyri allar níggju bøkurnar í ritrøðini fyri henda serprísin. Tey sum hetta gera fáa í avslátri trý ára haldaragjøld av tíðarritinum Varðanum.
Forlagið skal takka Johan G. Mikkelsen og øllum teimum, sum á so mangan hátt hava hjálpt við at fingið hetta verk greitt úr hondum, og skal eg handa ritstjóranum Johan fyrsta eintakið av Norðoya kirkjubók 1760-1892.