Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Nú var politiski botnurin náddur

13. Nov 2014

Kanska ein tann størsta politiska gøla, har løgtingspallurin varð drigin niður í eitt politiskt runudíkið, meðan løgtingsformaðurin\" sat og svav í tímanum\" gjørdist veruleika, tá misálitið á landsstyrismannin í vinnumálum var viðgjørt.

les meir

Tónlistarligi arvurin er førdur víðari

13. Nov 2014

- er tað, vit kunnu siga um systrarnar Ester og Døgg.

les meir

Poul Hansen um uppboðssølu: “Eitt El Dorado fyri strámenn”

12. Nov 2014

Poul Hansen advokatur, Magni Laksáfoss búskaparfrøðingur, Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur og Jacob Vestergaard fiskimálaráðharri møta umboðum fyri vinnuna í kunningar- og kjakblaðnum Sjógvur & Fólk.

les meir

Eik hevur pant í horukassa

12. Nov 2014

Eik hevur kravt hetta húsið á tvang fyri eitt pant uppá kr. 331 túsund, men føroyski bankin fíggjar okkum vitandi ikki virksemi í húsinum. Grein í Oyggjatíðindum áðrenn húsagangin hjá Eik, 4. desember 2009:

les meir

Marknagil eitt fantastiskt lestrarumhvørvi

11. Nov 2014

- Nú veksur ein nýggjur og stórur skúli upp úti í Marknagili, har fleiri skúlar og nógvar ymsar útbúgvingar koma at verða undir sama taki. Hetta verður eitt fantastiskt lestrarumhvørvi, sum vónandi verður mennandi fyri allar partar. Vit í kommununi fylgja spent við menningini. Kommunan er í holt við at prosjektera nýggjan Vesturskúla í sama øki, avgjørt er at byggja Musikkskúlan við Landavegin og vit hava eisini sett pláss av til eina stóra ítróttarhøll, umframt at vit arbeiða við vegaføring og parkeringsøkjum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í 80 ára føðingardegnum hjá Tekniska Skúla í gjár.

les meir

“Harraleyst fæ”

10. Nov 2014

Kringvarpið hevur gjørt tvær sendingar um hvussu lítið kritisk føroyska pressan hevur verið í samband við ferðina hjá Eik út av hamrinum, og hevði eitt uppáhald um, at tað bara vóru Dimmulingarnir, sum vóru kritiskir beint undan húsaganginum. Men Oyggjatíðindi hevur havt fleiri kritiskar greinar, og hevur eisini avdúkað, at starvsfólk hjá kringvarpinum var í farloyvistíð síni í starvi hjá Eik, men tá bankin reyk var hetta starvsfólk fremst á breddanum hjá Kringvarpinum, at greiða frá Eik-túrinum oman brekkuna. Sjálvt í Íslandi vóru tey tíðliga úti, og hetta fekk Oyggjatíðindi at seta umsetta Spron-grein í blaðið, 17. apríl 2009, sum Jón G. Tómasson, stjóri í SPRON, skrivaði í Morgunblaðið:

les meir

Valið verður greiðari

10. Nov 2014

Nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin vísir, at komandi løgtingsval verður spennandi, og nógv bendir eisini á, at møguleikarnir fyri samgongum eru mestsum avgjørdir frammanundan.

les meir

Minningarorð

09. Nov 2014

Tað eru veruliga nøkur menniskju, sum fáa stóra ávirkan á títt lív og hesi havi eg rættiliga stóra virðing fyri. Jens Peter Arge er ikki millum okkum longur og boyggi eg høvur í djúpari virðing og sakni.

les meir