Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Minningarorð

Tað eru veruliga nøkur menniskju, sum fáa stóra ávirkan á títt lív og hesi havi eg rættiliga stóra virðing fyri. Jens Peter Arge er ikki millum okkum longur og boyggi eg høvur í djúpari virðing og sakni.

Jens Peter var eitt gott og ábyrgdarfult menniskja, sum ikki altíð vildi seta seg sjálvan í miðdepilin. Minnist serliga tíðina tá feløgini vórðu løgd í Tryggingarfelagið Føroyar, hvussu hann strembaði eftir at fáa góðan trivna og at fólk skuldu kenna seg væl.

Vit báðir settu okkum í samstarvsnevndina, hann formaður og eg næstformaður, har vit høvdu eitt sera gott og mennandi samstarv. Eg hugsi um tykkum, ið mist og lýsi frið yvir minnið um Jens Peter Arge.

Fríðálvur Jensen