Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Whistleblowing á fólkafundinum

16. Sep 2015

Fólkafundurin - leygardagin kl. 16.30 (Pallur 2): Leygardagin skipar Starvsmannafelagið fyri spennandi tiltaki um evnið whistleblowing. Eitt evni, sum aftur er háaktuelt eftir, at nýggja samgonga er komin til og hevur sett sær fyri at arbeiða fyri at seta í verk eina varskógvaraskipan í Føroyum.

les meir

Parlamentariski stuðulin minkar hjá samgonguni

16. Sep 2015

Eg havi í kvøld (gjárkvøldið) boðað formanninum í Javnaðarflokkinum (frá á sínum Facebook vanga), at eg ikki longur eri partur av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum. Eg stuðli framvegis samgonguni, men tað verður sum leysgangari.

les meir

Nýggja landsstýrið skipað

15. Sep 2015

Nýggja landsstýrið er nú skipað. Á løgtingsfundi fyrrapartin gjørdist greitt, at átta landsstýrisfólk fara at manna nýggja landsstýrið. Aksel V. Johannesen er valdur til løgmann.

les meir

Innbúgv til Tekniska Skúla í Klaksvík

15. Sep 2015

ÚTBOÐ: Veiting og uppseting av innbúgvi til Tekniska Skúla í Klaksvík er hervið farið í útboð. Innkomnu tilboðini verða vektaði eftir einum leisti, har prísur, góðska, snið og kunning hava týdning. Prísurin vektar við 60 prosentum, góðska og snið við 35 prosentum og kunning vektar 5 prosent.

les meir

Stuttfilmur um makrelkanningar í 2015

15. Sep 2015

Í juli mánaði gjørdi Havstovan kanningar av makreli í havøkjunum kring Føroyar. Hetta var ein partur av felagskanningum skipaðar saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið við kanningunum var, at kanna útbreiðslu og nøgdir av makreli í Norðurhøvum um summarið.

les meir

Gevur El Niño okkum meira tosk?

15. Sep 2015

El Niño er partur av veðurlagsfyribrigdinum „ENSO“ (El Niño – Southern Oscillation) í tropiska partinum av Kyrrahavinum, og fevnir um broytingar bæði í havinum og luftini. Ein stórur partur av Kyrrahavinum gerst væl heitari tá El Niño er, og hetta sæst aftur í øktum miðalhita á jørðini. Tann øvugta støðan, við einum kaldari Kyrrahavi, verður nevnd La Niña.

les meir

Stórur áhugi fyri føroyska básinum í Offshore Europe 2015

14. Sep 2015

Í farnu viku luttóku føroyskir veitarar á oljumessuni Offshore Europe í Aberdeen. Føroyski landabásurin var væl vitjaður, og bæði samskiparar og fyritøkur vóru væl nøgd.

les meir

Ársins Virki og Ársins Átak valt aftur í ár

14. Sep 2015

Á árliga Vinnudegnum, sum í ár verður 25. september, verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.

les meir