Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur áhugi fyri føroyska básinum í Offshore Europe 2015

Í farnu viku luttóku føroyskir veitarar á oljumessuni Offshore Europe í Aberdeen. Føroyski landabásurin var væl vitjaður, og bæði samskiparar og fyritøkur vóru væl nøgd.

Hóast niðurgongutíðin innan oljuvinnuna sæst aftur á luttakaratalinum á framsýningini kom tó væl burturúr. Nógv vitjandi vóru á føroyska landabásinum, og føroysku fyritøkurnar hittu millum annað kundar og samstarvsfelagar. 

Útlendsk tíðindafólk vóru eisini áhugaði í Føroyum, og tey vildu frætta um oljuboringar, útbjóðingarrunduna í 2017 og veitaravinnuna í Føroyum. Nógv varð gjørt burturúr at marknaðarføra Føroyar sum ein tænastudepil í Atlantshavinum, og vinnan er væl kappingarfør á hesum økinum.

Føroyska luttøkan varð samskipað av Oljuvinnufelagnum, og samskipararnir meta, at hóast luttøkan á framsýningini er minni í ár enn undanfarnu árini, er framsýningin væl eydnað fyri luttakandi fyritøkurnar.

Offshore Europe verður hildið annaðhvørt ár. Tey árini, Offshore Europe ikki er, er Offshore Northern Seas, ONS, í Stavanger, og eisini henda framsýningin er av stórum týdningi fyri tær føroysku fyritøkur, sum hava sítt virksemi innan oljuvinnuna.