Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VIT MUGU KOMA VÍÐARI Í RÍKISFELAGSSKAPINUM

Tað er eitt vaksandi tal av fólki, sum vilja Ríkisfelagsskapin, men krevja eisini, at vit fáa enn meira burturúr felagsskapinum í framtíðini - kravið er broytingar og ein modernisering av felagsskapinum

 

Politikkur skal spretta úr fólkinum

Vit eiga sum politikkarar at lurta væl eftir, hvat rørir seg í fólkinum og í samfelagnum annars. Eisini fylgja við, hvat rørir seg í útheiminum, sum vit eru tætt knýtt at í allar mátar.

 

Tey samfeløg, sum megna at yvirliva best eru tey, sum rættstundis duga at umstilla seg og eru uppá forkant.

 

Líka síðan heimastýrislógin kom í gildi í 1948, hevur Ríkisfelagsskapurin verið væl skipaður formliga og politiskt, og vit hava útbygt samfelagið soleiðis, at vit í dag hava eitt kappingarført vælferðarsamfelag.

 

Men tað henda alsamt fleiri broytingar í heiminum og millum okkum føroyingar - heilt einfalt tí, at vit uppliva kollveltandi broytingar innan tøkni, landamørk verða tikin burtur og at fólk, kapitalur, vørur og tænastur kunnu ferðast frítt millum lond og heimspartar.

 

Í Føroyum kemur hetta í framtíðini at ávirka okkara møguleikar fyri nýhugsan og menning, og fatanina hjá føroyingum av verandi og gomlum skipanum. Eisini kemur okkara ungdómur við heilt nýggjum hugburði og meiningum.

 

Heimurin broytist og vit eiga at dagføra Ríkisfelagsskapin til dagin í dag, har vit tora at verja og framhevja okkara mentan og siðaarv, og ikki svølgja øllum rátt, sum er uttan úr heimi.

 

Nógvir føroyingar taka undir við Ríkisfelagsskapinum, men vit hava ikki reiðiliga nóg nógv ítøkilig boð upp á betringar. Nøkur taka undir við felagsskapinum, men vilja bara hava meira av tí sama - ella tí gamla. Nøkur taka als ikki undir við Ríkisfelagsskapinum og vilja bara avvikla hann.

 

Sjálvandi skulu vit taka størri ábyrgd

Samansetningin av meiningum í fólkinum um Ríkisfelagsskapin, hevur við sær, at tað er trupult at seta nakra politiska kós á sjálvbjargnisleið í Ríkisfelagsskapinum og harvið skapa eitt konstruktivt breitt politisk samstarv í føroyska fólkinum og politikkinum.

 

Hinvegin, so er tað eitt vaksandi tal av fólki, sum vilja Ríkisfelagsskapin, men krevja eisini, at vit fáa enn meira burturúr felagsskapinum í framtíðini. Til tað krevjast broytingar og ein modernisering av felagsskapinum, har vit sjálvi í størri mun taka avgerð um okkara framtíð, herundir hvat gagnar Føroyum og fólkinum, sum her býr.

 

Vit skulu eisini hyggja eitt nú eftir norðanlondum um tættari samstarv, sum gagnar Føroyum, soleiðis at vit í Ríkisfelagsskapinum koma við loysnum, sum eru til frama fyri okkara land og fólk.

 

Tað er upp til okkum í Sambandsflokkinum at seta gongd á og leiða ein nútímansgerð av Ríkisfelagsskapinum - tað eru ikki tey, sum vilja avvikla Ríkisfelagsskapin, sum koma at modernisera okkara felagsskap.

 

Hetta er nakað, sum eg vil arbeiða fyri um eg fái heiðurin at umboða Sambandsflokkin til eitt komandi fólkatingsval.

 

Fari í komandi tíðum við mínum uttanríkispolitisku royndum, sum fyrrverandi løgmaður og núverandi næstformaður í Uttanlandsnevndini, at greiða nærri frá mínum politisku hjartamálum, tá tað snýr seg um uttanríkismál og felagsmál, sum eru kjarnumál fyri eitt komandi fólkatingsumboð.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin