Tað er eitt vaksandi tal av fólki, sum
vilja Ríkisfelagsskapin, men krevja eisini, at vit fáa enn meira burturúr
felagsskapinum í framtíðini - kravið er broytingar og ein modernisering av
felagsskapinum
Politikkur skal spretta úr fólkinum
Vit eiga sum politikkarar at lurta væl
eftir, hvat rørir seg í fólkinum og í samfelagnum annars. Eisini fylgja við,
hvat rørir seg í útheiminum, sum vit eru tætt knýtt at í allar mátar.
Tey samfeløg, sum megna at yvirliva
best eru tey, sum rættstundis duga at umstilla seg og eru uppá forkant.
Líka síðan heimastýrislógin kom í
gildi í 1948, hevur Ríkisfelagsskapurin verið væl skipaður formliga og
politiskt, og vit hava útbygt samfelagið soleiðis, at vit í dag hava eitt kappingarført
vælferðarsamfelag.
Men tað henda alsamt fleiri broytingar
í heiminum og millum okkum føroyingar - heilt einfalt tí, at vit uppliva
kollveltandi broytingar innan tøkni, landamørk verða tikin burtur og at fólk,
kapitalur, vørur og tænastur kunnu ferðast frítt millum lond og heimspartar.
Í Føroyum kemur hetta í framtíðini at
ávirka okkara møguleikar fyri nýhugsan og menning, og fatanina hjá føroyingum
av verandi og gomlum skipanum. Eisini kemur okkara ungdómur við heilt nýggjum
hugburði og meiningum.
Heimurin broytist og vit eiga at
dagføra Ríkisfelagsskapin til dagin í dag, har vit tora at verja og framhevja
okkara mentan og siðaarv, og ikki svølgja øllum rátt, sum er uttan úr heimi.
Nógvir føroyingar taka undir við
Ríkisfelagsskapinum, men vit hava ikki reiðiliga nóg nógv ítøkilig boð upp á
betringar. Nøkur taka undir við felagsskapinum, men vilja bara hava meira av tí
sama - ella tí gamla. Nøkur taka als ikki undir við Ríkisfelagsskapinum og
vilja bara avvikla hann.
Sjálvandi skulu vit taka størri ábyrgd
Samansetningin av meiningum í fólkinum
um Ríkisfelagsskapin, hevur við sær, at tað er trupult at seta nakra politiska
kós á sjálvbjargnisleið í Ríkisfelagsskapinum og harvið skapa eitt konstruktivt
breitt politisk samstarv í føroyska fólkinum og politikkinum.
Hinvegin, so er tað eitt vaksandi tal
av fólki, sum vilja Ríkisfelagsskapin, men krevja eisini, at vit fáa enn meira
burturúr felagsskapinum í framtíðini. Til tað krevjast broytingar og ein
modernisering av felagsskapinum, har vit sjálvi í størri mun taka avgerð um
okkara framtíð, herundir hvat gagnar Føroyum og fólkinum, sum her býr.
Vit skulu eisini hyggja eitt nú eftir
norðanlondum um tættari samstarv, sum gagnar Føroyum, soleiðis at vit í
Ríkisfelagsskapinum koma við loysnum, sum eru til frama fyri okkara land og
fólk.
Tað er upp til okkum í
Sambandsflokkinum at seta gongd á og leiða ein nútímansgerð av
Ríkisfelagsskapinum - tað eru ikki tey, sum vilja avvikla Ríkisfelagsskapin,
sum koma at modernisera okkara felagsskap.
Hetta er nakað, sum eg vil arbeiða
fyri um eg fái heiðurin at umboða Sambandsflokkin til eitt komandi
fólkatingsval.
Fari í komandi tíðum við mínum
uttanríkispolitisku royndum, sum fyrrverandi løgmaður og núverandi næstformaður
í Uttanlandsnevndini, at greiða nærri frá mínum politisku hjartamálum, tá tað
snýr seg um uttanríkismál og felagsmál, sum eru kjarnumál fyri eitt komandi
fólkatingsumboð.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin