Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vil hava váttan um stuðul í løgtingsarbeiðinum

Kristin Michelsen, vil hava at vita, um Tvøroyrar Javnaðarfelag framvegis stuðlar honum, sum umboð felagsins á Føroya Løgtingi, ella um hann skal skilja støðuna soleiðis,  at hann ikki longur ynskist, sum umboð floksins á Føroya Løgtingi.

Hetta skriv er í kvøld sent frá Kristin Michelsen til Tvøroyrar Javnaðarfelag.

Til:
Tvøroyrar Javnaðarfelag
Signar Dam, formaður

Undirrtaði, ið nú hevur verið borgarstjóri í 12 ár,umboðandi Javnaðarflokkin, og sum varð koyrdur av lista tykkara til núverandi kommunuval, uttan at nakar limafundur hevði verið, og har eg eisini á 3. uppstillingarfundi var á lista tykkara, fari við hesum at biðja um at fáa váttan frá felagnum, um Tvøroyrar Javnaðarfelag framvegis stuðlar mær sum umboð felagsins á Føroya Løgtingi, ella eg skal skilja støðuna soleiðis at eg ikki longur ynskist sum umboð tykkara á Føroya Løgtingi.

Við javnaðarkvøðu

Kristin Michelsen, løgtingsmaður
825 Froðba