Vil hava váttan um stuðul í løgtingsarbeiðinum
Kristin Michelsen, vil hava at vita, um Tvøroyrar Javnaðarfelag framvegis stuðlar honum, sum umboð felagsins á Føroya Løgtingi, ella um hann skal skilja støðuna soleiðis, at hann ikki longur ynskist, sum umboð floksins á Føroya Løgtingi.
Hetta skriv er í kvøld sent frá Kristin Michelsen til Tvøroyrar Javnaðarfelag.
Til:
Tvøroyrar Javnaðarfelag
Signar Dam, formaður
Undirrtaði, ið nú hevur verið borgarstjóri í 12 ár,umboðandi Javnaðarflokkin, og sum varð koyrdur av lista tykkara til núverandi kommunuval, uttan at nakar limafundur hevði verið, og har eg eisini á 3. uppstillingarfundi var á lista tykkara, fari við hesum at biðja um at fáa váttan frá felagnum, um Tvøroyrar Javnaðarfelag framvegis stuðlar mær sum umboð felagsins á Føroya Løgtingi, ella eg skal skilja støðuna soleiðis at eg ikki longur ynskist sum umboð tykkara á Føroya Løgtingi.
Við javnaðarkvøðu
Kristin Michelsen, løgtingsmaður
825 Froðba