Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vil hava svar um savn og ognir hjá Postverk Føroya

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning um savnið og ognir hjá Postverki Føroya, settur landsstýris­manninum í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.    Er samlaða gávan, ið Postverk Føroya fekk frá Det Danske Postvæsen, framhaldandi í

     varðveitslu hjá Postverkinum?

2.      Eru allir søguligir ognarlutir: stempul, tornyster, brevkasser o.s.fr. samlaðir á einum stað og ogn hjá almenna felagnum Postverk Føroya?

3.       Postverk Føroya átti virðismikla frímerkjasamling, listaverk (tekningar og málningar, sum vórðu brúkt sum motiv til frímerkir) gjøgnum tey 30 árini sum almennur tænastustovnur, seinni partafelag. Eru hesi framvegis almenn ogn?

4.       Nú ætlanin er at selja Postverk Føroya til privatar, kann landsstýrismaðurin so tryggja, at søguligu dýrgripirnir hjá Postverkinum verða varðveittir og samlaðir á einum stað, ið kann lýsa henda týdningarmikla partin av Føroya søgu fyri nútíðini og komandi ættarliðum?

Viðmerkingar:

Spurningarnir viðvikjandi savnslutunum hjá Postverkinum verða reistir, nú lands­stýrismaðurin hevur lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um at selja Postverk Føroya. Í hesum sambandi er eitt hoyringarskriv komið frá persóni, sum hevur stóra vitan um postsøguna. Eisini verður ivi sáddur í almennum miðli, um allir savnslutirnir framvegis eru til skjals hjá Postverkinum.

Postverk Føroya bleiv yvirtikið sum føroyskt sermál 1. apríl 1976. Frímerkjadeildin á Argjum bleiv bygd og serføroysk frímerki blivu útgivin. Frímerkir gjørdust næststørsta útflutningsvøra føroyinga og ivaleyst hava frímerkir og fótbóltur verið ein høvuðsorsøk til, at Føroyar gjørdust kendar kring mesta partin av heiminum.

Í gomlum døgum høvdu øll posthús sítt egna stempul og posthúsini vóru mong kring landið. Við yvirtøkuna 1. apríl 1976 fekk Postverk Føroya hesar virðismiklu savnslutir sum gávu og í varðveitslu.

Postsøgan heldur áfram upp til okkara tíð. Tað kann ikki vera eitt ivamál, at søga Postverksins og allir viðkomandi lutir, sum finnast, eru tjóðarogn.

Allir ivaspurningar viðvíkjandi myndum og savnslutum mugu greiðast, áðrenn talan verður um nakra sølu av Postverkinum.

 

Á Løgtingi, 2. oktober 2018

Kári P. Højgaard