Vil hava svar um savn og ognir hjá Postverk Føroya

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður,
hevur sett fyrispurning um savnið og ognir hjá Postverki Føroya
, settur landsstýris­manninum
í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)



1.    Er samlaða gávan, ið Postverk Føroya fekk frá Det Danske
Postvæsen, framhaldandi í

     varðveitslu hjá Postverkinum?



2.      Eru allir søguligir ognarlutir: stempul, tornyster,
brevkasser o.s.fr. samlaðir á einum stað og ogn hjá almenna felagnum Postverk
Føroya?



3.       Postverk Føroya átti virðismikla frímerkjasamling, listaverk
(tekningar og málningar, sum vórðu brúkt sum motiv til frímerkir) gjøgnum tey
30 árini sum almennur tænastustovnur, seinni partafelag. Eru hesi framvegis
almenn ogn?



4.       Nú ætlanin er at selja Postverk Føroya til privatar, kann
landsstýrismaðurin so tryggja, at søguligu dýrgripirnir hjá Postverkinum verða
varðveittir og samlaðir á einum stað, ið kann lýsa henda týdningarmikla partin
av Føroya søgu fyri nútíðini og komandi ættarliðum?



Viðmerkingar:



Spurningarnir viðvikjandi savnslutunum hjá Postverkinum
verða reistir, nú lands­stýrismaðurin hevur lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um
at selja Postverk Føroya. Í hesum sambandi er eitt hoyringarskriv komið frá
persóni, sum hevur stóra vitan um postsøguna. Eisini verður ivi sáddur í
almennum miðli, um allir savnslutirnir framvegis eru til skjals hjá
Postverkinum.



Postverk Føroya bleiv yvirtikið sum føroyskt sermál 1. apríl
1976. Frímerkjadeildin á Argjum bleiv bygd og serføroysk frímerki blivu
útgivin.
Frímerkir
gjørdust næststørsta útflutningsvøra føroyinga og ivaleyst hava frímerkir og
fótbóltur verið ein høvuðsorsøk til, at Føroyar gjørdust kendar kring mesta
partin av heiminum.



Í
gomlum døgum høvdu øll posthús sítt egna stempul og posthúsini vóru mong kring
landið. Við yvirtøkuna 1. apríl 1976 fekk Postverk Føroya hesar virðismiklu
savnslutir sum gávu og í varðveitslu.



Postsøgan
heldur áfram upp til okkara tíð. Tað kann ikki vera eitt ivamál, at søga
Postverksins og allir viðkomandi lutir, sum finnast, eru tjóðarogn.



Allir
ivaspurningar viðvíkjandi myndum og savnslutum mugu greiðast, áðrenn talan
verður um nakra sølu av Postverkinum.



 



Á
Løgtingi, 2. oktober 2018





Kári P. Højgaard