Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vegleiðing: soleiðis søkir tú um afturvirkandi barnapengar v.m.

Hesa vikuna avgreiðir Fólkatingið málið um afturvirkandi útgjald av barnapengum v.m. til føroyingar og grønlendingar í Danmark, so sum Edmund Joensen og Sara Olsvig hava arbeitt fyri 

 - Skattamálaráðharrin, Benny Engelbrecht, hevur lurtað eftir ynskinum frá Saru Olsvig og mær, og í hesi vikuni samtykkir Fólkatingið, at føroyingar og grønlendingar skulu hava útgoldnar manglandi barnapengar og aðrar veitingar frá 2012 við afturvirkandi megi.

Tað sigur Edmund Joensen í sambandi við, at málið nú verður endaliga avgreitt frá Fólkatingsins síðu.

Fólkatingið hevur í dag 2. viðgerð og samtykkir fríggjadagin endaliga eitt lógaruppskot, ið ger tað møguligt at útgjalda manglandi veitingarnar frá 2012 afturvirkandi.

- Hetta er fult og heilt eitt úrslit av, at Sambandsflokkurin og IA (Inuit Ataqatigiit) hava lagt trýst á stjórnina, bæði politiskt og gjøgnum danskar fjølmiðlar, sigur Edmund Joensen, sum í februar í ár hótti við at stevna donsku stjórnini, tí hon í hesum máli gjørdi mun á ríkisborgarum.

Fólkatingsmaður Sambandsfloksins hevur harumframt samskift beinleiðis við skattamálaráðharran, og út frá hesum samskifti - saman við lógaruppskotinum og tilhoyrandi viðmerkingum - hevur Sambandsflokkurin á Christiansborg tilevnað eina nýggja vegleiðing til føroyingar, ið av órøttum ikki fingu útgoldnar barnapengar v.m. í 2012.

Vegleiðingin kann takast niður av heimasíðuni hjá Edmundi Joensen saman við brævaskifti v. ráðharran og øðrum dokumentum: 

NÝTT:
VEGLEIÐING 16.12.2014 til at søkja barna- og ungdómsveiting, forskotsútgjald av parnapengum og barnaískoyti til stakar uppihaldarar:

http://edmundjoensen.fo/Files/Filer/Dagfort.pdf 

Samskifti millum Edmund Joensen, fólkatingsmann, og Benny Engelbrecht, skattamálaráðharra/Skattamálaráðið:

Bræv 28.10.2014 frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, til skattamálaráðharran, Benny Engelbrecht
Bræv 17.10.2014 frá skattamálaráðharranum, Benny Engelbrecht, til Edmund Joensen, fólkatingsmann

Svar 17.03.2014 frá Skattamálaráðnum til § 20-spurning frá Edmundi Joensen 17. mars 2014

Onnur dokumentatión:
Tíðindaskriv 13.10.2014: Føroyingar í Danmark fáa barnapengar afturvirkandi

Samandráttur av lógaruppskotinum

Video:
Edmund Joensen umhugsar at stevna donsku stjórnini

MetroXpress 5. mars 2014:
Skattamálaráðharrin ásannar, at kravið um afturvirkandi útgjald má gangast á møti