Vegleiðing: soleiðis søkir tú um afturvirkandi barnapengar v.m.

Hesa
vikuna avgreiðir Fólkatingið málið um afturvirkandi útgjald av barnapengum v.m.
til føroyingar og grønlendingar í Danmark, so sum Edmund Joensen og Sara Olsvig
hava arbeitt fyri 



 - Skattamálaráðharrin, Benny Engelbrecht, hevur lurtað eftir ynskinum frá
Saru Olsvig og mær, og í hesi vikuni samtykkir Fólkatingið, at føroyingar og
grønlendingar skulu hava útgoldnar manglandi barnapengar og aðrar veitingar frá
2012 við afturvirkandi megi.



Tað sigur Edmund Joensen í
sambandi við, at málið nú verður endaliga avgreitt frá Fólkatingsins síðu.



Fólkatingið hevur í dag 2. viðgerð og samtykkir fríggjadagin endaliga eitt
lógaruppskot, ið ger tað møguligt at útgjalda manglandi veitingarnar frá 2012 afturvirkandi.

- Hetta er fult og heilt eitt
úrslit av, at Sambandsflokkurin og IA (Inuit Ataqatigiit) hava lagt trýst á
stjórnina, bæði politiskt og gjøgnum danskar fjølmiðlar, sigur Edmund Joensen,
sum í februar í ár hótti við at stevna donsku stjórnini, tí hon í hesum máli
gjørdi mun á ríkisborgarum.



Fólkatingsmaður Sambandsfloksins
hevur harumframt samskift beinleiðis við skattamálaráðharran, og út frá hesum
samskifti - saman við lógaruppskotinum og tilhoyrandi viðmerkingum - hevur
Sambandsflokkurin á Christiansborg tilevnað eina nýggja vegleiðing til
føroyingar, ið av órøttum ikki fingu útgoldnar barnapengar v.m. í 2012.

Vegleiðingin kann takast niður av
heimasíðuni hjá Edmundi Joensen saman við brævaskifti v. ráðharran og øðrum
dokumentum:
 



NÝTT:

VEGLEIÐING 16.12.2014 til at søkja barna- og ungdómsveiting,
forskotsútgjald av parnapengum og barnaískoyti til stakar uppihaldarar
:



http://edmundjoensen.fo/Files/Filer/Dagfort.pdf 



Samskifti millum Edmund Joensen, fólkatingsmann, og
Benny Engelbrecht, skattamálaráðharra/Skattamálaráðið:



Bræv
28.10.2014 frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, til skattamálaráðharran, Benny
Engelbrecht

Bræv
17.10.2014 frá skattamálaráðharranum, Benny Engelbrecht, til Edmund Joensen,
fólkatingsmann



Svar
17.03.2014 frá Skattamálaráðnum til § 20-spurning frá Edmundi Joensen 17. mars
2014




Onnur dokumentatión:
Tíðindaskriv
13.10.2014: Føroyingar í Danmark fáa barnapengar afturvirkandi



Samandráttur
av lógaruppskotinum



Video:

Edmund
Joensen umhugsar at stevna donsku stjórnini



MetroXpress 5. mars 2014:

Skattamálaráðharrin
ásannar, at kravið um afturvirkandi útgjald má gangast á møti