Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Limir í Útnorðurráðnum. Fremst frá vinstru: Henrik Old, Edva Jacobsen, Heðin Zachariasen og Steffan Klein Poulsen. Aftast frá vinstru: Kristina Háfoss og Ruth Vang.

Útnorðurráðið haft ársfund í Nuuk

Útnorðurráðið, sum er parlamentariskt samstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar, hevur í døgunum 22-24 oktober haft ársfund í Nuuk, har 6 tinglimir úr Føroyum luttóku. Úr Íslandi og Grønlandi luttóku somuleiðis 6 tinglimir úr hvørjum landi.

Tíðindaskriv:

Fleiri evni vórðu viðgjørd á fundinum. Millum annað var eitt uppskot úr Føroyum um at seta á stovn eina havumhvørvisvirðisløn í útnorði, og varð hetta uppskotið einmælt samtykt. 

Onnur evni, sum vórðu tikin upp, vóru millum annað, samstarv á fiskivinnuøkinum, plastdálking í havinum og lættari møguleika hjá ungum fólki at ferðast millum londini í útnorði. Harumframt varð ein menningarætlan fyri Føroyar, Grønland, Ísland og vesturstrondina av Noregi (NAUST) umrødd.

Londini skiftast um at hava formansskapin í Útnorðurráðnum. Seinasta árið hevur Grønland haft formansskapin, men á ársfundinum yvirtók Ísland formansskapin.






0.00 does not include shipping & tax